Norðmaður fer at sigla einsamallur til Føroya

Erik Aanderaa setir kósina úr Hetlandi til Føroya í morgin


 

Í morgin loysir norski Erik Aanderaa frá kai í Hetlandi og setir kósina móti Føroyum. Hann fer at sigla einsamallur í sínum báti til Suðuroyar og fyrireikar seg í løtuni til Føroyatúrin.

Erik Aanderaa sigldi síðst í januar mánað úr Noregi og til Hetlands, har hann luttók á einum víkingafestivali. Ætlanin hevur allatíð verið, at hann eisini skuldi sigla víðari til Føroya, men tað er ikki fyrr enn nú, at hann fer undir hendan túrin.

Hansara motto er: "No bullshit, just sailing!" (Einki fjas, bara sigling).

##med2##

Veðrið sær út til at vera við honum, og tað eru hansara nógvu fylgjarar á sosialu miðlunum eisini. Hann hevur fingið nógvar fylgjarar og fjepparar, síðan hann byrjaði at dokumentera ferðina hjá sær úr Noregi og til Hetlands við dronu.

Tú kanst síggja hansara ferð úr Noregi til Hetlands niðan fyri her:

##med3##

Crossing the North Sea Singlehanded. WINTERTIME.