Norröna framgongd í søluni

Norröna hevur selt millum eitt og tvey prosent fleiri ferðir higartil í ár í mun til somu tíð í fjør. Vøksturin er serliga stórur til og úr Føroyum

– Tað mesta í summar er selt. Tað eru nakrar ferðir, ið eru heilt útseldar, og tá eru yvir 1.000 ferðandi umborð, men á øðrum fráferðum eru nøkur fá pláss eftir, sigur Henny á Líknargøtu, sølu- og marknaðarstjóri á Smyril Line.

Ferðatíðarskeiðið longt

At gongdin higartil í ár er eitt vet hægri í mun til somu tíð í fjør, skyldast serliga, at fleiri útlendingar velja Føroyar.

– Tað hevur eydnast hjá okkum at leingja um ferðatíðarskeiðið. Fleiri útlendingar koma nú til Føroya um várið og um heystið. Vit hava eisini skipað fyri cruise ferðum frá Hirtshals leygardagar, har fólk koma aftur til Hirtshals eina viku seinni. Fólk búgva umborð, og so eru útferðir til tey støðini, vit sigla til, sigur Henny á Líknargøtu.

Tað eru serliga danir, norðmenn, sviar, týskarar, eysturríkarar og sveisarar, ið eru kundar á hesum ferðum. Men eisini fólk úr øðrum londum.

Føroyingar eru serliga trúgvir at ferðast um summarið. Tá ger Norröna eisini tvær fráferðir úr Føroyum um vikuna.

– Samlað er størri parturin av ferðafólkunum í einum ári útlendingar, sigur Henny á Líknargøtu.

Tørvur á fleiri hotelkømrum

Smyril Line hevur eisini hotel Hafnia, Hotel Skálavík og um eitt ár eisini Hotel Brandan.

– Tað hevur ikki verið trupult at fylla okkara hotell síðstu árini frá mai til september, tí eftirspurningurin hevur verið munandi størri enn útboðið av hotelkømrum. Tá ið vit í Føroyum fáa fleiri hundrað hotelkømur afturat komandi ár, fer tað at hjálpa væl til, sigur Henny á Líknagøtu.