fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 17.09.2015 (09:07)

Nú er Annika Olsen farin upp í Framsókn

Nú er tað púra greitt, at Annika Olsen fer upp í Framsókn.

Poul Michelsen, formaður í Framsókn, váttar fyri okkum, at formansskapurin í Løgtinginum hevur fingið bræv um At Annika Olsen nú er limur í Framsókn.

 

Og tað verður so alment fráboðað á tingfundinum, sum byrjar um eina løtu.

 

Sostatt er tað nú endaliga váttað, sum øll hava gitt, líka síðani Annika Olsen tók seg úr Fólkaflokkinum.

 

Samstundis er tað greitt, at Annika Olsen eisini fær ein av teimum heilt góðu nevndarsessunum, tí hon verður nevniliga forkvinna í fíggjarnevndini.

 

Hetta merkir so aftur, at nú nú hevur samgongan aftur meirilutan á Løgtingi. Annars misti hon meirilutan, eftir at Somnja Jógvansdóttir tók seg úr Javnaðarflokkinum.

 

Men hon hevur váttað, at hon fer at stuðla samgonguni, tí hon vil ikki hoyra talan um at lata Fólkaflokkin sleppa fram aftur í Tinganesi, og sostatt er samgongan sterkari nú, enn hon hevur verið.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her