Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 19.10.2015 (00:03)

Nú er greitt, hvør verður formaður í Sambandsflokkinum

Tað er nú greitt, at tað verður Bárður á Steig Nielsen, sum verður nýggjur formaður í Sambandsflokkinum.

 

Eftir at formaðurin seinastu nógvu árini, Kaj Leo Holm Johannesen, í summar gjørdi av at leggja frá sær, hevur flokkurin leitað eftir nýggjum formanni.

 

Tey hava alla tíðina gjørt greitt, at tey fóru at royna at fáa øll valfeløgini at semjast um eitt valevni, fyri at sleppa undan stríðsvali.

 

Sambandsflokkurin heldur eykalandsfund leygardagin og tá skal formaður, og næstformaður veljast.

 

Freistin at stilla upp var úti nú á midnátt, og nú evstamark er farið, upplýsir sambandsflokkurin, at bara eitt uppskot er komið inn til formansvalið, og tað er Bárður Nielsen.

 

Sostatt eydnaðist at semjast um formannin, og sostatt er tað eisini greitt, at Bárður á Steig Nielsen verður formaður, hóast hann formliga ikki verður valdur fyrren leygardagin.

 

Bàrður Nielsen er næstformaður í flokkinum og sostatt skal flokkurin eisini hava nýggjan næstformann.

 

Tað er eisini bara eitt uppskot til starvið sum næstformaður, og tað er Magni Laksáfoss, og sostatt verður hann næstformaður.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her