Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 12.09.2015 (08:40)

Nú er samgonguskjalið liðugt og góðtikið

Samgonguskjalið ímillum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi og Framsókn, er nú liðugt, og tingmanningarnar hava góðtikið tað.

 

Tað sigur Aksel V. Johannesen, sum stendur á odda fyri samráðingunum um eina nýggja CEF samgongu eftir løgtingsvalið 1. september.

 

Hann sigur, at nú í morgun fara teir tríggir flokkarnir at samráðast um, hvussu tey ymsu málsøkini skulu býtast ímillum teir.

 

Formaðurin í Javnaðarflokkinum veit ikki, hvussu langa tíð, tað fer at taka.

 

- Tað kann ganga skjótt, men tað kann eisini draga út, sigur hann. Og fyrrenn alt er greitt, verður samgonguskjalið ikki almannakunngjørt.

 

Endamálið er heilt greitt, at hava fingið semju um øll viðurskfti til tingfundin.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at av tí, at samráðingarnar um málsølini, ikki eru byrjaðar enn, dugir hann ikki at siga, hvussu nógv landsstýrisfólk verða í nýggju stjórnini, ella hvussu nógv landsstýrisfólk, hvør flokkur fær.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her