Nú er Skálabotnur strikaður

»Skálabotnur« er strikaður á bygdaskeltum


Nú er navnið Skálabotnur strikað – í øllum førum á báðum bygdaskeltunum við innkoyringarnar til bygdina.

Ósemja er millum fólk og myndugleikar um, hvat almenna navnið á bygdini innast á Skálafjørðinum skal vera. Sambært vegaskeltum hjá Landsverki er navnið »Skálabotnur«, men tað vil meirilutin av teimum, sum búgva har, ikki kennast við. Tey halda, at rætta navnið er »Skálafjørður«.

Herfyri var vegleiðandi fólkaatkvøða í bygdini, og stórur meiriluti atkvøddi fyri, at navnið á bygdini skal vera Skálafjørður.

Nýggjasta átakið í ósemjuni er, at nú hevur onkur spreymálað út yvir bygdaskeltini hjá Landsverki, so at navnið »Skálabotnur« valla sæst.