Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.03.2015 (09:27)

Nú eru 1380 føroyingar klárir at fara í grind

Tað er sannur gravgangur eftir at fáa prógv sum grindamaður.

Tað er greitt, nú Fiskimálaráðið hesa seinastu tíðina hevur skipað fyri skeiði fyri grindamenn.


Lóggávan er broytt, soleiðis frá 1. mai verða tað bara løggildir grindamenn, sum sleppa at avlíva grindahval.


Tískil verður í hesum døgum skipað fyri skeiðum kring landið, har Jústines Olsen, djóralækni, greiðir frá í einar tveir tímar um, hvussu mønustingari og blásturkrókur skal brúkast, hvussu hvalur sær út kropsliga og um onnur viðurskifti í sambandi við grind.


Samstundis varð greitt frá, hvussu mønustingarin skal síggja út fyri at rigga, sum hann eigur, og hvørji mát, hann skal lúka.


Í gjárkvøldið var skeið í Suðuroy og tað varð fimta skeiðið í røðini, men áður hava grindaskeið verið í Havn, í Klaksvík, í Vágum og í Runavík.


Og nú eru trý  skeið eftir og  tey vera í Sundalagnum, í Sandoy í Vestmanna og at enda verður eitt skeið í Suðuroy afturat.


Og tilsamans hava nú einir 1.380 grindamenn verið á skeið kring landið og fingið sær prógv við andlitsmynd á, sum vísir, at teir nú eru fullgyldigir grindamenn.


Á skeiðnum í Suðuroy í gjárkvøldið, haðani myndirnar niðanfyri eru, var høllin í miðnámsskúlanum fullsett, tí har vóru yvir 200 grindamenn á skeiði og fingu sær prógv sum løggildir grindamenn.

 

Tá ið teir komu á skeið, vórðu teir allir avmyndaðir, tí andlitsmynd skal á grindaprógvið og tað verður so sent teimum í næstum.


 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her