Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 30.09.2015 (08:23)

Nú fáa vit aftur frið fyri Sea Shepherd

Herferðin hjá Sea Shepherd ímóti føroyingum er nú endað.

 

Í hvussu so er fyri í summar.

 

Skip og manning hjá Sea Shepherd hava nú verið í Føroyum í tríggjar mánaðir, men nú eru tey farin av landinum aftur.

 

Sea Shepherd hevur verið her við trimum skipum. Fyri eini góðari viku síðani, fór tríkiljan, Brigitte Bardot, úr Føroyum og aftur til Týsklands.

 

Og í gjár settu hini bæði skipini, Bob Barker og Sam Simon, eisini kós ímóti Bremen í Týsklandi og tey eru nú komin til Hetlands.

 

Sea Shepherd hevur ikki fingið nógv burtur úr í ár, tí allar grindir, sum hava verið, eru hildnar til, tilsamans seks í tali.

 

Tvørtur ímóti hevur talan verið um eina dýrkeypta herferð hjá felagsskapinum. Einir 12 limir í Sea Sheperd eru vístir av landinum og samstundis er hald lagt á fýra skjóttgangandi bátar, umframt á aðra, bíligari útgerð. 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her