Leita á in.fo

Tríkiljan Brigitte Bardot er nú á veg til Føroya. Mynd: Sea Shepherd

Áki Bertholdsen 14.06.2015 (18:50)

Nú hevur Sea Shepherd sett kós ímóti Føroyum

Nú hevur fyrsta skipið hjá Sea Shepherd loyst við kós ímóti Føroyum. Tað er tríkiljan Brigitte Bardot, sum loysti í Bremen í Týsklandi seinnapartin, og setti kós ímóti Føroyum.

 

Brigitte Bardit er eitt av trimum skipum hjá Sea Shepherd, sum skal vera við í herferðini ímóti grindadrápinum í summar.

 

Átakið, tey nevna, Sleppið Grindini, skuldi byrja í dag, 14. juni, men verða so tveir dagar seinkað.

 

Seinni loysa tvey onnur skip hjá Felagsskapinum, nevniliga Bob Barker og Sam Simon. Tey bæði hava eisini minni bátar umborð.

 

Tey trý skipini hava ligið í Bremen í tveir mánaðir og rigga til at koma til Føroya. Sea Shepherd ætlar at vera í Føroyum í alt summar og nakað langt út á heystið, í royndunum at steðga grindadrápi.

 

Og tað sær út til, at tey fáa blíðan byr til Føroya, tað er at kalla stilli í Norðsjónum og tað lotið, sum verður, verður undan.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her