Nú kostar tað at fara út í Trælanípuna


Festararnir av hagapartinum Nípuni í Miðvági hava nú sett skúr, har vakt er, sum tekur pening frá útlendingum fyri at fara út til vøkru náttúruperluna Trælanípuna í Vágum. Tey selja kaffi og annað, eru í gongd við at seta vesi upp og bjóða ferðaleiðara við á ferðina.


— Vit hava roynt á annan hátt, men tað hevur ikki riggað. Nú var tolið upp, og tí hava vit valt at gera á hendan hátt, sigur Gunnar R. Nattestad, ognari í  hagapartinum Nípuni.

Síðani 2. apríl hava teir havt vakt frá morgni til myrkurs við Miðportrið við Ovarugøtu, har ferðafólk vanliga fara út í Nípuna. Teir taka pening frá útlendingum fyri at fara túrin. Tað kostar 200 krónur fyri hvønn at fara út, og um onkur ynskir at hava ferðaleiðara við, so kostar tað 450 krónur fyri hvønn.


##med2##


Útlendingar og bólkar gjalda

— Higartil hava tað ikki verið so nógvir útlendingar, onkran dagin 4 ella 5 og onkran dagin hava tað verið upp til 15 um dagin. Tað eru eisini nakrir, ið eru vendir aftur, tá ið teir hava fingið at vita, at tað kostar at fara í hagan, sigur Jóhannus Nattestad, ein av festarunum.

— Vit taka bara gjald frá útlendingum. Ikki frá einstøkum føroyingum. Men um tað eru arbeiðspláss og stórir bólkar, ið fara avstað, so taka vit gjald, sigur Jóhannus.

Júst hvussu nógv skulu vera saman fyri at tað skal vera ein bólkur, hevur hann tó ikki nakað greitt svar uppá.

— Um ein føroysk familja kemur, ella nøkur fá føroysk vinfólk ganga saman, so taka vit ikki gjald frá teimum. Vit heita bara á tey um at ganga á gøtuni, sigur hann.

Bjóða ferðaleiðara
Eigararnir hava gjørt eina heimasíðu, sum eitur tralanipan.fo, har greitt verður frá um náttúruperluna, og har til ber at bóka ferðir.

— Vit gera íløgur í hetta, við at hava skúr, vesi, gera kaffi og annað. Og so hava vit eisini fólk, sum sita vakt allan dagin, og onkran sum kann vera ferðaleiðari og greiða frá. Enn hevur tað ikki loyst seg hjá okkum, men vit vænta, at fleiri ferðafólk fara at koma í framtíðini, sigur Gunnar R. Nattestad.