Leita á in.fo

Jóannes Hansen 04.03.1999 (16:59)

Nullloysn í Spania

Fótbóltslandsliðið kemur aftur til Føroya seinnapartin í dag. Í viðførinum hava teir venjing í eina samfulla viku, og hetta fer vónandi at vísa seg at vera ein góð íløga. Úrtøkan skuldi helst komið seinni í ár, tá fimm dystir í EM undankappingini ? fýra á heimavølli og ein á útivølli ? verða á skránni.

Í viðførinum er eisini málleysur javnleikur móti Andorra, og tað er ikki nøktandi. Andorra er styrkismett umleið hálvt hundrað pláss lægri á listanum hjá FIFA, enn Føroyar eru tað, og tí er einki at siga til, at tað varð vónað og roknað við, at føroyska liðið fór at vinna í San Fernando.


Teir garvaðu í fyrstu røð

Føroyska uppstillingin bar eisini boð um, at Allan Simonsen ógvuliga fegin vildi vinna. Venjarin var sær sjálvum líkur, tá hann valdi teir fyrstu ellivu. Har vóru ikki tær stóru broytingarnar frá tí, sum hevur verið frammanundan.

Teir tríggir, sum ikki høvdu roynt seg í altjóða skrásettum landsdysti áður, vóru allir á beinkinum, og tað var ikki fyrrenn í 2. hálvleiki, at Jóhannes Joensen og Heðin á Lakjuni fingu møguleikan. Sunvard Joensen fekk als ikki møguleikan.

Allir hinir á liðnum spældu á landsliðnum í fjør. Tann, sum hevði verið longst burtur frá, var Øssur Hansen, sum bara var við í dystinum í Estlandi 4. juni. Óli Johannesen var tøkur aftur, og venjarin setti hann á aftasta mann, meðan Jan Dam var á bonkinum. Tað bendir á, at Jan Dam ikki enn hevur sannført venjaran um, at hann er nóg góður at spæla aftast, soleiðis at Óli Johannesen kann flytast longri fram í miðverjuna.

Hans Fróði Hansen og Jens Kristian Hansen vóru eftiransarar, men tá mótstøðumenninir vóru óvanliga verjukendir var lítið at ansa eftir, og tí var tað ikki annað enn nátúrligt, at venjarin í 2. hálvleiki setti meiri framrættaða Jóhannes Joensen á vøllin fyri Hans Fróða Hansen. Pól Thorsteinsson hevur fyri tað mesta verið miðverji og høgri vongverji á landsliðnum. Hesa ferð var hann á verjukenda plássinum á sentrala miðvøllinum, meðan Julian Johnsson og Allan Mørkøre arbeiddu frammanfyri hann.


Nógvir møguleikar

Allan Simonsen hevur ferð eftir fert sagt, at umframt, at hann vil hava góðar bóltspælarar á øll plássini, so vil hann hava møguleikan at brúka fleiri spælarar á ymiskum plássum. At spælararnir kunnu røkja fleiri ódnir, heldur hann vera ein stóran fyrimun, tí harvið verður liðið ikki so viðbrekið, tá onkur verður skaddur.

Venjingarlegan og uppstillingin móti Andorra og í hinum báðum venjingardystunum hava víst, at møguleikin at flyta spælararnar er stórur.


Vóru tunnir

Úr Spania frætta vit, at mótstøðuliðið mikudagin var nógv meiri verjukent, enn føroyingarnir høvdu roknað við. Frammanundan høvdu teir í Andorra givið til kennar, at teir miðaðu eftir at vinna fyrsta landsdystin nakrantíð, men tað var so eiðasørt, at teir á vøllinum góvu ábendingar um, at teir ætlaðu at gera hetta ynskið til veruleika.

Uttan mun til hvar bólturin var, so høvdu teir alla tíðina fimm, seks ella sjey spælarar í verjuni, og royndirnar, sum teir høvdu móti málinum, kunnu snilt teljast á aðrari hondini.

Tá 29 minuttir vóru farnir sendu teir fríspark úr 20 metrum uppum, og fimm minuttir seinni var um reppið, at teir skoraðu uppá fríspark úr 25 metrum, sum varð avrættað í føroyska manngarðinum.

18 minuttir inn í 2. hálvleik høvdu teir vandamikið innlegg, eftir at Pól Thorsteinsson hevði gjørt óneyðugt fríspark í borðinum, men annars vóru teir so at siga ikki í brotsteiginum hjá Jens Martini, sum sjáldan man hava havt tað so fittligt í landsdysti, sum hann hevði hesaferð.


Vóru ov tungir

Føroyingarnir høvdu fleiri møguleikar. Longu eftir tríggjar minuttir var Jákup á Borg blankur, eftir at Pól Thorsteinsson og Jens Kristian Hansen høvdu staðið fyri uppspælinum í vinstru, og miðskeiðis í 1. hálvleiki hevði Pól Thorsteinsson gott skot úr 25 metrum, men bólturin fór dygst framvið.

Lítla løtu seinni hevði Uni Arge góðar stundir, eftir at Øssur Hansen hevði langt horna innfyri úr høgru, og fyrstu løtuna av 2. hálvleiki var fleiri ferðir um reppið, m.a. tá Óli Johannesen bjóðaði seg til í álopsspælinum.

Orsøkirnar til at einki spurdist burturúr vóru fleiri. Ein var, at føroyska liðið tóktist hava ilt við at mynda spælið, ein onnur at fremstu menninir ikki fingu nóg góðan stuðul frá miðvøllinum, og ein triðja orsøk var, at føroyingarnir ikki tóktust vilja ella megna at taka nóg stóra ábyrgd. Tað var týðuligt at nógva venjingin sat í kroppinum, tí tað var rár hending, at føroyingarnir bjóðaðu av í ein móti einum støðum, og tað gekk ikki ov væl at halda uppá bóltin har frammi, meðan bíðað var eftir stuðli úr aftaru røðunum. Føroyingarnir vóru betri bóltspælarar enn mótstøðumenninir, men ferðin var alla tíðina so mikið lág, at tað alt ov sjáldan kom fyri, at vandamiklar yvirtalsstøður stóðust av.

Í gjár vóru Allan Simonsen og spælararnir tvær ferðir á vøllinum í Cadiz. Tá teir hittast aftur seinni í ár verður venjingarstøðan væl betri, enn hon var hesa ferð. Men mótstøðuliðini vera eisini væl betri tá, enn Andorra var hesa ferð.

Hetta úrslitið og úrslitið móti Estlandi í fjør eiga at virka við til, at føroysku landsliðsspælararnir varðveita hugburðin til torføru uppgávurnar, sum teir høvdu allar dystirnar eftir summarfrítíðina í fjør. Gera teir tað, so kunnu vit síggja fram til eitt spennandi fótbóltsár saman við landsliðnum.


Hagtøl:

Andorra-Føroyar 0-0

Venjingardystur

Mikudagin 3. mars 1999 kl. 16.0

Á Ciudad Deportiva í Fernando

75 áskoðarar (pláss var fyri átta túsund á sitiplássunum)

Andorra: 1. Koldo Alvarez, 2. Carlos Gomez (14. Barra Jordi, 68.), 3. Luena Txema (17. Juanes Gerard, 62.), 4. Martin Angel (12. Garcia Genis, 89.), 5. Alonso Jonas, 6. Ildefonso Lima, 7. Pol Agusti, 8. Sonejee Oscar, 9. Gonzales Emiliano, 10. Julian Lucendo, 11. Jimenes Manolo (16. Abella Oriol, 80.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 15. Richard Imberna, 18. R. Titos Pedro

Venjari: Miliur Mandel

Føroyar: 1. Jens Martin Knudsen, Leiftur - 5. Hans Fróði Hansen, HB (14. Jóhannes Joensen, HB, 60.), 2. Óli Johannesen, TB, 3. Jens Kristian Hansen, B36 - 7. Henning Jarnskor, GÍ, 9. Allan Mørkøre, HB, 4. Pól Thorsteinsson, B36, 8. Julian Johnsson, Kongsvinger, 6. Øssur Hansen, B68 - 10. Uni Arge, Leiftur, 11. Jákup á Borg, B36 (15. Heðin á Lakjuni, KÍ, 70.)

Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: 12. Jan Dam, Herfølge, 13. Símun Eliasen, Aarhus Fremad, 16. Sunvard Joensen, GÍ, 17. Jákup Eli Olsen, HB.

John Hansen, KÍ, og John Petersen, B36, vóru við á venjingarleguni, men teir vóru ikki á dómaraseðlinum, tí teir vóru skaddir.

Venjari: Allan Simonsen

Aðrir í ferðalagnum: Jógvan Martin Olsen, hjálparvenjari, Jens Pauli Marstein, lækni, Álvur Hansen, fysioterapetur og Heðin Askham, liðleiðari

Eingi kort vórðu givin


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her