Landsstýrismaðurin í vinnumálum og...

Viðmerkingar

Í bókini eru 13 søgur, 42 yrkingar og 10 myndir.

Viðmerkingar

fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 19.7m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 24.11.2013 (06:34)

Nýggj krimi frá Jógvani Isaksen

Hósdagin kom út onnur krimiskaldsøgan hjá Jógvani Iskasen um William Hammer, sum samstundis er tann 14. krimisøgan frá høvundanum. Nýgga skaldsøgan ber ber heitið »Prædikarin«.

 

Undan hesum krimisøgunum skrivaði Jógvan Isaksen eitt nú átta krimiskaldsøgur í røðini um Hannis Martinsson, sum loystir nógvar morðgátur. Tann fyrsta av teimum var Blíð er summarnátt á Føroya landi, sum kom út í 1990.

 

Um nýggjastu skaldsøguna skrivar forlagið, sum er Mentunargrunnur Studentafelagsins, soleðis:

 

»Ruskposin var ein av teimum vanligu gráu, og tað var bundið um kjaftin. Í hesum var einki løgið. Tann grøni teksturin á posanum og búmerkið hjá kommununi var eisini, sum tað plagdi. Tað óvanliga var tann dimmholdaði fóturin við reyum lakki á neglunum, sum stakk út úr posanum.

 

Ruskposin lá í vørurúminum á einum hvítum arbeiðsbili, sum lagghallur stóð mitt í draslinum uppi á brennistøini á Hjalla.

 

Ein kvinna verður funnin deyð í einum vørubili, og skjótt vísir tað seg, at drápið hevur samband við kvinnur, sum doyði fyri tjúgu árum síðani. Tá blivur skriftstøð úr Prædikaranum funnin í nánd av teimum deyðu, og soleiðis er eisini nú. Skansadeildin við Williami Hammer á odda verður biðin um at kanna tey gomlu andlátini.«

 

Rithøvudnurin Jógvan Isaksen er úr Havn. Hann er føddur í 1950, er lektari í føroyskum máli og bókmentum á universitetinum í Keypmannahavn. Hann hevur skrivað bøur um bókmentir og list og somuleiðis krimisøgur fyri børn og vaksin. Bøkurnar hjá honum er týddar til fleiri mál.

 

Krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen eru:

 

1. Blíð er summarnátt á Føroya landi. Hannis Martinsson, 1990

2. Brennivargurin. Tey fýra úr 6. D, 1991

3. Gráur oktober. Hannis Martinsson, 1994

4. Teir horvnu kirkjubøstólarnir. Tey rýar úr 6. D, 1996

5. Á ólavsøku. Ein summarkrimi í 9 pørtum, 1996

6. Barbara og tann horvna bamsan.Ein barnakrimi, 1999

7. Krossmessa. Hannis Martinsson, 2005

8. Adventus Domini. Hannis Martinsson, 2007

9. Metusalem. Hannis Martinsson, 2008

10. Norðlýsi. Hannis Martinsson, 2009

11. Norska Løva. Hannis Martinsson, 2010

12. Deydningar dansa á sandi. Hannis Martinsson, 2011

13. Tann fimti maðurin. William Hammer, 2012

14. Prædikarin. William Hammer, 2013

Vevlýsingar