Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 20.12.2013 (12:10)

Nýggjur avloysari til Planet Awards

Seinastu mongu árini hevur Miðlahúsið skipað fyri Planet Awards, har føroyskir tónleikarar hava verið heiðraðir fyri síni avrik farna árið.

 

Nú takkar Planet Awards fyri seg, men eitt øðrvísi og spennandi tiltak kemur í staðin.

 

- Planet Awards sum vit kenna tað, fer í søguna. Orsøkin er, at vit hava hug at gera meira burturúr. Tiltakið skal vera størri og betri, til æru og heiðurs fyri føroyskum tónleiki, sigur Barbara Holm, sum hevur samskipað Planet Awards.

 

Tí samstarvar Miðlahúsið í hesum døgum við onnur, sum er knýtt at tónleikavinnuni í Føroyum, um at gera eitt nýtt, størri og øðrvísi tónleikatiltak, sum skal fagna føroyskum tónleiki.

 

- Tað merkir, at einki Planet Awards verður millum jóla og nýggjárs, sum tað annars plagar, tí tiltakið verður eitt sindur seinni, upplýsir Barbara Holm.

 

Myndin er frá einum Planet Awards tiltaki, har Páll Finnur Páll fær eina virðisløn.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her