Nýggjur bjargingarbátur komin til Havnar

Í morgun kom nýggi bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag til landið. Hann skal avloysa bjargingarbátin Rescue LÍV

Tá ið nýggi Tanum kom inn á Bursatanga í Havn í morgun, fylgdu Rescue LÍV honum. Eisini var Brá, bjargingarbáturin hjá Nólsoyar Bjargingarfelag, og Sverri, bjargingarbáturin hjá Vága Bjargingarfelag, við í fylginum.

Nýggi bjargingarbáturin hevur enn sama navn sum hann hevði í Svøríki, Tanum. Hann var uppkallaður eftir einum svenskum peningastovni, sum stuðlaði bátinum. Hann skal tó helst yvirtaka navnið hjá verandi Rescue LÍV, tá ið hann verður seldur. 


##med2##
##med3##

Ber seg væl í ringum sjógvi

Magni á Deild verður ein av skiparunum umborð á Tanum. Nú hann varð sigldur heim til Føroya, var Símun Neshamar skipari.

– Vit vóru níggju mans, ið sigldu bátin heim til Føroyar. Siglt var úr Svøríki yvir til Arendal í Norra, fram við norsku strondini til Bergen. Farið var so úr Bergen til Lerwick í Hetlandi, og so har frá til Føroya, sigur Magni á Deild.

– Báturin roynist sera væl. Vit høvdu sjaskveður við Lindsenes í Suðurnorra, og hann bar seg sera væl í sjónum. Vit sigldu við fullari ferð í ringum sjógvi, og vit merktu einki. Hetta er ein heilt annar bátur enn LÍV. Gongur kanska ikki so skjótt, men ber seg væl í ringum sjógvi, sigur Magni á Deild.

##med4##

Sigldi 25 míl

Báturin er keyptur frá tí svensku sjóbjargingartænastuni. Hann er bygdur í 1996. Hann hevur verið nýttur sum bjargingarbátur í Svøríki, men varð tikin út svensku tilbúgvingini fyri einum ári síðani.

Havnar Bjargingarfelag hevur keypt bátin fyri 1,5 millión krónur.

Báturin er góðar 16 metrar langur og góðar 5 metrar breiður. Til samanberingar er LÍV 12 metrar langur og 4 metrar breiður.

Tanum hevur tveir motorar, ið eru 675 hestar hvør. Báturin er 40 bruttotons og vigar 27 tons. Lív vigar 14 tons.

– Báturin sigldi sum nýggjur 32 míl. Tá ið teir sigldu hann til Føroya, var hægsta ferðin 25 míl. Men við vanligari ferð, verður siglt 18-19 míl.

##med5##

Skal avloysa LÍV

Keypið er fíggjað við láni.

– Føroysku bjargingarfeløgini hava eina játtan á 2,2 milliónir krónur á fíggjarlógini, og ein partur av tí fer til bjargingarbátarnar. Vit hava eisini nakað av inntøku við sjúkraflutningi, sleipum og øðrum, sigur Magni á Deild.

Tanum kemur afturat Lív. Ætlanin er at brúka næstu tvey árini at dagføra nýggja bjargingarbátin. Bógskrúvur vórðu settar í í Svøríki, men tær eru tó ikki koblaðar til enn. Skrokkarbeiði er gjørt, men nú skal rørarbeiði og annað gerast.

– Báturin er tó klárur at brúka, júst sum hann er nú, hóast nakrar ábøtur skulu gerast, sigur Magni á Deild.

Tá ið nýggi báturin verður settur í tilbúgvingina, verður LÍV væntandi seldur.

##med6##

Stór brandpumpa

– Tað eru betri umstøður umborð til sjúkraflutning og annað umboð á nýggja bátinum. Tað eru fleiri koyggjur og salong umborð. Hesin báturin hevur eisini nógv størri pelatrekk, hann kann sleipa sjey tons. Hann kann tí brúkast meira til sleiping. So hevur hann eisini eina stóra brandpumpu á fordekkinum, sum pumpar 3.000 litrar um minuttin, 180 tons um tíman. Hetta var ein tann størsta brandpumpan í Vestursvøríki. Tí er eisini upplagt at hava samstarv við Tórshavnar Sløkkilið, millum annað um tørvur er á tí í Nólsoy ella í smábygdunum í kommununi, sigur Magni á Deild.

– Báturin heldur í nógv ár. Skrokkurin er gjørdur úr kevlar tilfari, sum verður nýtt í flogídnaðinum. Tað er kostnaðarmikið, men heldur væl og leingi. Tað varð bakað í formum, sigur Magni á Deild.

##med7##

25 bjargingarfólk knýtt at bátinum

Nýggi báturin er størri, og tað setur størri krøv, millum annað at fólk mugu vera í maskinuni, sum hava dugnaskapsroynd í motorpassing.

Havnar bjargingarfelag rekur LÍV saman við Nólsoyar og Kollafjarðar Bjargingarfelag. Men tað eru bara fólk úr Havn, ið manna LÍV.

Hagtølini siga, at tað eru 3-4 minuttir frá tilkalling, til fyrsti persónur er umborð á bátinum, og aftaná 10 minuttir verður loyst.

Tað eru fýra vaktir á fýra fólk, ið manna LÍV. Nøkur onnur fólk eru eisini knýtt at bátinum – eini 25 tilsamans.

Havnar Bjargingarfelag hevur harumframt eini 15-20 fólk, millum annað fjallabjargarar.
Somu hold, sum eru við Rescue LÍV, halda fram. Magni á Deild og Michael Thomsen vera skiparar í fyrstu syftu, men aðrir fara eisini at vera.

Tanum fer at liggja á Bursatanga í fyrstuni. Í framtíðin fer hann annaðhvørt at liggja undir Álakeri ella undir Müllers Pakkhúsi.

##med8##

Magni á Deild