Leita á in.fo

tb.fo: Niels Pauli Eystberg er nýggjur formaður í TB

Jóannes Hansen 14.02.2016 (19:31)

Nýggjur formaður í TB

Nýggjur formaður er valdur í elsta fótbóltsfelagnum í landinum. Tað boðar TB frá á heimasíðu síni.

Formaðurin síðsta árið, Fróði Olsen, hevur av persónligum orsøkum tikið seg úr TB nevndini.

 

Niels Pauli Eysturberg var tiltakslimur í starvsnevndini, og nú er hann valdur at vera formaður í felagnum. Hini í starvsnevndini eru Eyðdis Ellendersen, næstformaður, og Armgarð Sørensen, peningarøkil.

Fótbóltsnevndin er mannað, og hon hevur skipað seg soleiðis: Bjarni Nygaard er formaður, Sigvald Steinkros, varaformaður, og Jan Ole Farstad og Dan Erik Johansen eru nevndarlimir.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her