Leita á in.fo

Mynd: FK Vidar á Twitter

André Olsen 29.03.2016 (23:11)

Nýtt felag til Rógva Baldvinsson

Tað hevur verið lítið at frætt um føroyska landsliðsleikaran Rógva Baldvinsson í 2016. Rógvi Baldvinsson sum seinasta hálvárið í fjør royndi seg í donskum fótbólti hjá FC Fredericia, hevur í alt 2016 verið leitandi eftir nýggjum felagið, hóast at hann hevur vant við fleiri feløgum, so sum Bryne og Ålgård FK í Noregi.

 

Men nú er greitt hvar Rógvi Baldvinsson fer at spæla hetta kappingarárið.

 

Norska felagið, FK Vidar, skrivar nevniliga á Twitter at felagið hevur gjørt sáttmála við føroyska landsliðsleikaran, Rógva Baldvinsson.

 

FK Vidar spælir í triðbestu norsku deildini. Triðbesta norska deildin, PostNord Ligaen, fer av bakkastokki tann 9 apríl.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her