Leita á in.fo

Myndin er av durinum til Vinnuháskúlan undir Krákugjógv í Havn. Tað vóru lutir av hesum bygningi, sum gjørdu skaða á háspenningarlinjurnar til Havnar – og elvdu til, at Havnin lá í streymloysi í fleiri tímar

Eirikur Lindenskov 15.12.2013 (23:08)

Ódnin avhasað á hesum sinni

– Ódnin er avhasað á hesum sinni, og sambært teimum ymsu veðurstøðunum letur til, at veðrið batnar enn meiri kring alt landið.

 

Tað verður sagt av politistøðini í Havn nú á midnátt.

 

Politiið sigur, at brunalið og bjargingarfeløg kring alt landið hava havt úr at gera, og frá klokkan 12:00 til klokkan 23:50 eru heili 273 stormskaðar fráboðaðir politinum.

 

Í gjár - leygardagin 14. desember - vórðu í tíðarskeiðnum frá klokkan 16:00 til klokkan 02:30 boðað frá 53 stormskaðum til politiið, so samanlagt eru hesar báðar dagar fráboðaðir 326 skaðar.

 

Flestu skaðarnir eru í Norðoyggjum, Eysturoynni og Suðurstreymoy.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her