Leita á in.fo

Eyðun Klakstein 15.02.2014 (17:24)

Offurmorðið ein tann besta krimisøgan

Fyri jól gav Durita Holm krimiskaldsøgu út, sum hon gav heitið Offurmorðið. Hetta er fyrsta krimisøga á føroyskum, sum er skrivað av kvinnu. Krimisøgan hjá Duritu Holm gongur fyri stóran part fyri seg í Kolumbia. 


Í Sosialinum um vikuskiftið ummælir Hanus Kamban skaldsøguna, og hann hevur nógv gott at bera bókini.

- Sum tekstslag eigur krimiskaldsøgan at vera líka so seriøs sum ein og hvør onnur sjangra, og tað er ein fragd, at Durita Holm virðir hetta krav. Hon oyðslar ikki við morðum, men so mikið tyngri vigar tað eina drápið í bókini. Við síni fyrstu roynd hevur hon ikki bara skrivað eina eksotiska og forkunnuga bók, men eina ta bestu krimiskaldsøguna, sum er komin á føroyskum, skrivar Hanus Kamban millum annað í ummælinum.

Alt ummælið kann lesast í Sosialinum hetta vikuskiftið.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her