Ófriðurin í Keypmannahavn breiðir seg

Løgreglan og sløkkiliðið hava úr at gera við at fáa skil á rokinum


Mynd: Steven Knap/Byrd

Mynd: Steven Knap/Byrd

Ófriðurin, sum hevur valdað á Norðurbrúgv allan seinnapartin, hevur nú breitt seg til Christianshavn. Seinastu løtuna hava sirenur ljóðað um alt økið, og nógv løgreglufólk eru á staðnum.

Uttan fyri Christiania høvdu ótangar sleipað ting út á vegin fyri at gera eina gøtubyrging, og so høvdu teir eisini fest eld í okkurt. 

Løgreglan møtti upp við 12 løgreglubilum, og har varð ikki spart uppá táragassið fyri at geva sær sjálvum arbeiðfrið. Gøtubyrgingin er flutt, eldurin er køvdur, men har er ikki friður í Christiania enn. 

##med3##

Samstundis er løgreglan upptikin av fleiri eldsbrunum ymsastaðni í býnum, og bara síðan klokkan 21 hava 20 eldsbrunar verið.

Fleiri eldásetingar hava verið í Mjølnerparken á Norðurbrúgv, og beint nú stríðist sløkkiliðið við at sløkkja ein stóran eldsbruna á Stolemagestien á Amager. 

##med2##

Varðadeildarleiðarin hjá løgregluni segði við TV2 fyrr í kvøld, at hann roknar við, at ófriðurin fer at halda fram út á náttina. 

Átta persónar eru handtiknir í sambandi við ófriðin í dag, sambært TV2.

Rokið byrjaði, tá umstríddi islamkritikarin Rasmus Paludan skipaði fyri einum mótmælistiltaki og varð álopin. Les meira um tað her: Ófriður í Keypmannahavn við táragassi og steinum

##med4##

Mynd: Steven Knap/Byrd

Størri eldsbruni á Amager - mynd: Steven Knap/Byrd

Mynd: Mogens Flindt

Mynd: Mogens Flindt