Leita á in.fo

Páll Isholm 17.12.2014 (09:04)

Ókeypis føroyskar orðabøkur til allan heimin

Far inn á www.islex.is. Far inn á www.ordnet.dk, www.translate.google.dk ella kanska www.obg.fo, so sært tú, hvussu málslig amboð kunnu verða umsitin og veitt brúkarunum á netinum – ókeypis.

 

Netið er ókeypis, og tað er tað, sum fólk rokna við. Eru slíkar tænastur ikki ókeypis, verða tær ikki brúktar.

 

Føroya fólk, sum umvegis skatt og avgjøld longu hevur goldið fyri menningina av flestu orðabókunum, hevur krav upp á ókeypis orðabókatænastu á netinum. Óansæð um tey ganga í hesum ella hasum skúlanum ella búgva í hesari ella hasari kommununi. So einfalt er tað. Men sjálvandi kosta slíkar skipanir nakað av peningi. Tað ger telduskipanin hjá eitt nú TAKS, sjúkrahúsverkinum, almannaverkinum, Mentamálaráðnum, løgtinginum ella Tórshavnar kommunu eisini.

 

Tí er mín stutta áheitan á landsins kosnu politikarar: “Farið inn í fíggjarlógina nú millum 2. og 3. viðgerð og finnið tær krónurnar, sum skulu til at røkja ein føroyskan orðabókaportal. Tá hevur allur heimurin atgongd til føroysku orðabøkurnar – ókeypis. Alt annað er at arbeiða móti tíðarandanum og gera seg inn á menningina av okkara móðurmáli.

 

Hetta er ikki ein spurningur um tvídrátt og gamalt agg millum land og kommunur. Hetta er ein spurningur um virðing fyri móðurmálinum í 2014 og frameftir.

 

Sjáldan hava so fáar krónur kunnað munað so nógv fyri so mong. So her hava okkara fólkavaldu veruliga møguleika at vísa evnini at fremja tiltøk í tøkum tíma.

 

Hetta hevði heilt víst verið ein av søtastu og skilabestu pakkunum at lagt undir hvørt einasta jólatræ í ár og mong ár framyvir. Og pakkin kostar sum skilst í mesta lagi hálva aðru piparnøt.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her