fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 14.2m/s

Leita á in.fo

Páll Holm Johannesen 14.08.2002 (13:00)

Olgar Danielsen framvegis besti málskjútti

Onki er at ivast í, hvør er Evropa Cup-málslúkur nummar eitt hjá . Olgar Danielsen hevur skotið mál í trimum Evropa Cup-heimadystum hjá , og hann er framvegis tann føroyski leikarin, ið hevur skotið flest Evropa Cup mál.

Seinast Újpesti var á vitjan á Svangaskarði, tá var Olgar eisini á plettinum. Minnirííkasti Evropa Cup- dystur hjá higartil, er uttan iva dysturin ímóti Maccabi Haifa í 1995.

Í oysandi regni sendi ísraelska liðið, við m.a stjørnum sum Eyal Berkovic og Haim Revivo á liðnum, heimaftur við einum 3-2 ósigri. Hetjan hjá klaksvíkingum var sum ikki einaferð Olgar Danielsen, ið skeyt øll trý málini hjá .

Klaksvíkingar fingu annars mál í trimum teimum fyrstu heimadystunum, men báðar teir seinastu Evropa Cup-dystirnar hevur gingið minni væl, kanska serliga ímóti Grazer, tá mátti leggja rygg til eitt 5-0 tap.

Frá liðnum, ið spældi fyrsta føroyska Evropa Cup heimadystin nakrantíð ímóti Skonto Riga 1992, eru enn Kurt Mørkøe, Allan Mørkøre, Jan Andreasen, Harley Bertholdsen, Jan Joensen at finna á besta liðnum hjá .

Tað eru sostatt 10 ár í ár síðan føroysk feløg á fyrsta sinni royndi seg í Evropa Cup.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her