Leita á in.fo

Heri Simonsen 21.08.2013 (07:30)

Óli Jacobsen fyllir 70 ár í dag

Í dag fyllir Óli Jaocbsen í Havn 70 ár, og í tí sambandi verður ein sending á Rás2 klokkan 11.05.

 

 

Fyrrverandi formaðurin í Føroya Fiskimannafelag er í dag kendur fyri sítt siðsøguliga tilfar í Miðvikuni í Sosialinum, og fyri sínar siðsøguligu bøkur.

 

Rás2 hevur gjørt eina longri samrøðu við Óla um barnaárini og uppvøkstur, um tíðina Óli var til skips, og um tey 36 árini Óli var formaður í Fiskimannafelagnum.

 

Rás2 og Óli umrøða eisini tíðina, Óli sat í landsstýrinum fyri Verkamannafylkingina.

 

Eisini nema Rás2 og Óli við bøkurnar, Óli hevur givið út, og tað siðsøguliga tilfarið Óli skrivar í Sosialinum. 

 

Sendingin verður endursend á Rás2 í kvøld millum klokkan 19 og 20.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her