— Onnur fáa pening, men vit fáa einki

Hagstýrið í Nípuni í Vágum tekur nú pening frá útlendingum og bólkum, ið fara út í Trælanípuna. — Ferðaskrivstovur fáa nógvan pening fyri at senda fólk út í Nípuna, men vit fáa einki. Tað ber ikki til, sigur Jóhannus Nattestad, ein av festarunum í Nípuni.


Trupulleikin hjá hagapartinum Nípuni, hevur seinni árini verið, at av tí at so nógv ferðafólk hava verið í haganum, er hagin so illa slitin, at seyðurin hevur mist nógv beiti.

— Vit eru nokk noyddir at taka eitt fylgi við eini 40 seyðum av, tí at har er einki gras eftir til teirra. Alt er niðurtraðkað, og so nógv fólk hava verið, at seyðurin verður stygdur burtur. Eg gekk har í gjár, og hagin er so harður sum betong. Har er einki at fáa. Vit eru noyddir at gera nakað, sigur Gunnar R. Nattestad, ið er ognarmaður í Nípuni.

Nípan er 6 merkur og hevur 168 áseyðir. Teir hava tikið 10 seyðir av í tí eina fylginum, har mest fólk gongur, og so hava teir roynt at flutt restina av fylginum í bergið. Nú er tað hent, at ein partur av fylginum er farið í grannahagan.

Fyri at forða fyri, at størri skaði hendir, hava eigararnir roynt við at sett bússu upp, har fólk kunnu gjalda, men har komu næstan ongir pengar í.

— Har kom so at siga einki í. Onkran dagin 42 krónur ella okkurt líknandi, og tá vistu vit, at fleiri enn 100 fólk høvdu verið í haganum, sigur Jóhannus.

Teir samstarvaðu eisini við hiking.fo um at gera bólkaðar ferðir út í Nípuna, men tað vísti seg, at næstan eingin bókaði túr. Fólk fóru bara sjálvi avstað.

##med2##

Ferðaskrivstovur fáa nógv, vit fáa einki 

— Vit hava eisini upplivað, at ferðaskrivstovurnar í Havn taka 850 og 950 krónur fyri hvønn luttakarar í bólkum, sum tey so senda út í Trælanípuna. Men tey lata ikki eitt oyra til okkara. Tað eru eisini útlendskar ferðaskrivstovur, týskar og italienskar, sum senda bólkar út í Trælanípuna, og tær taka 1500 krónur og meira enn tað fyri hvønn luttakarar. Vit fáa heldur ikki eitt oyra burturúr hesum. Tað eru ofta útlendingar, ið hava ferðast nógv í Føroyum, og sum eru staðkendir her, sum eru ferðaleiðarar. Tey fáa at vita frá Visit Faroe Islands og aðrastaðni, at tað er ókeypis at ganga allastaðni, og at ikki er neyðugt at spyrja um loyvi, sigur Jóhannus.

— Eg veit eisini um italienskar ferðaskrivstovur, ið skipa fyri ferðum til Føroyar, sum kosta 30.000 krónur. Ein partur av skránni er at fara út í Trælanípuna, men vit fáa ikki eitt oyra burturúr, og tey slíta hagan. Tað ber ikki til, sigur Jóhannus. 

— Partar av haganum eru null verdur fyri seyð. Vit stúra fyri, um hagin kemur fyri seg aftur.

Fuglurin er eisini minkaður rættiliga nógv, sigur Jóhannus.

— Tað eisini fleiri føroysk arbeiðspláss, sum gera útferðir út í Nípuna. Tey kunnu koma við fleiri bussum, kanska eini 80 til 100 fólk ella fleiri, sum fara avstað. Tey spyrja okkum heldur ikki um loyvi og lata ikki eitt oyra eftir seg.

— So er tað eisini ein trupulleiki, at ferðafólkini halda seg ikki til gøturnar, men ganga allastaðni. Hagin slítist illa, og tað styggir seyðin.

— Tí vóru vit noyddir at gera hetta, sigur Gunnar R. Nattestad.

Les eisini greinina “Nú kostar tað at fara út í Nípuna”.