Leita á in.fo

Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum og Bergur Poulsen, formaður í Arbeiðsgevarafelagnum, handa Amaliel Schwartz Jacobsen heiðurslønina fyri Ársins Átak. Hann er pápi stigtakaran, sum var burturstaddur í dag

Áki Bertholdsen 25.09.2015 (13:28)

Orkuspararari er ársins átak

Tað er fyritøkan, Defined Energy, sum er ársins átak í ár. Tað var avdúkað á ársins vinnudegi í áðni.

 

Tað er Heri Schwartz Jacobsen úr Gøtu, sum heur ment hitavekslaran, ið er ein skipan, sum endurnýtir spillvatnshita, og sum eisini er nógv effektivari enn aðrir líknandi vekslarar.

 

Hugskotið til vekslaran fekk hann fyri nøkrum árum síðani, tá hann var undir brúsu og mamman ilskaðist inn á, at hann brúkti so nógv heitt vatn, tí oljan var so dýr.

 

Síðani hevur hann ment ein hitavekslara, sum endurnýtir spillvatn og góðu úrslitini ger, at áhugi eisini er fyri honum uttanlands, tí hann sparir fitt í olju.

 

Endamálið við at velja Ársins Virki og Ársins Átak er at menna vinnuligan hugburð, skapa stoltleika í vinnuni og at økja virðingina fyri vinnuni hjá myndugleikunum og vanliga borgarinum.

 

Heiðurin at vera Ársins Átak verður latin til eitt virkið ella ein persón, sum hevur gjørt eitt serligt átak, ið kann gagna vinnuligum framburði. Hetta kann vera eitt einkult átak, men kann eisini vera arbeiði, sum er gjørt í longri tíð.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her