Leita á in.fo

Jákup Mørk 07.04.2015 (21:49)

Ottarsdóttir við nýggjum yrkingum

”Messa fyri einum filmi” er heitið á savninum, sum í ávísan mun líkist fyrra útgávuni hjá Katrini ”Eru koparrør í himmiríki”.

 

- Ein negativur máttur er frammarlaga í teimum alraflestu yrkingum, og tað verður róð fram undir, at friður fæst ikki, fyrr enn tú liggur í kistuni. Miðskeiðis í savninum stendur tann drúgva yrkingin  "Jesu Kristi kross amen", sum er sædd úr sjónarhorninum á mammuni, og tað er ikki lystiligt. Einastaðni í yrkingini er niðurstøðan "guð náði tey øll", og tað verður ikki sagt í góðari merking, skriva útgevararnir millum annað í formælinum til savnið.

 

Tað er  Mentunargrunnur Studentafelagsins, sum stendur fyri útgávuni.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her