Leita á in.fo

Gullið hjá monnunum í fimleiki var tað fyrsta í liðkappingini nakrantíð

Hilmar Jan Hansen 14.07.2013 (21:34)

Oyggjaleikir: Fyrsta liðgullið nakrantíð

Føroyar hava í mansfimleiki vunnið nógv heiðursmerki ígjøgnum tíðirnar, men ikki fyrr enn í dag eydnaðist at vinna gull í liðkappingini, so teir fýra fimleikararnir skrivaðu søgu.

Bogi Berg, Øssur Debes Eiriksfoss, Olivur Debes Eiriksfoss og Jóni Brandsson Christiansen megnaðu við 76,050 stigum at tryggja Føroyum gullið framman fyri Isle of Man, sum aloftast er farið avstað við liðgullinum hjá monnunum, men hesaferð “bara” fekk 75,000 stig og silvur.

– Tað er fantastiska deiligt, at tað eydnaðist okkum at vinna gullið, tí tað var hetta, vit fóru eftir, sigur ein av gullvinnarunum, Olivur Debes Eiriksfoss, ið gleðir seg til komandi kappingarnar, tí teir vænta sær fleiri heiðursmerki.

Eins og hjá kvinnunum, kappaðust menninir í lopi og gólvi, men her vóru marginalarnir á føroysku síðuni, so søguliga gullið kundi fáast til høldar í kókandi heitu høllini í National Training Centre í St David’s har norðuri á Bermuda.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her