Leita á in.fo

Jóannes Hansen 31.12.2013 (21:30)

Pál er ársins ítróttarnavn

Tað var eingin ivi, tá ið føroyingar í kvøld í nýggjárssendingini í sjónvarpinum hjá Kringvarpinum fingu høvi at atkvøða um, hvat av føroysku ítróttarfólkunum hevur framt størsta avrikið í 2013.

Pál Joensen varð kosin at vera ársins ítróttarnavn. Í desember staðfesti hann í tveimum altjóða kappingum, at hann framvegis telist millum bestu svimjararnar av øllum á longru teinunum. Hann vann silvur í 1500 metra frí kappingini í EM á stuttgeil, og hann var aftur næstfremstur á 800 metra teininum í kappingini millum USA og Europa, nevnd The Duel in the Pool.

Fimm nøvn vóru at velja ímillum. Við sms boðum høvdu føroyingar møguleika at geva sína áskoðan til kennar. Hetta taldi 50 prosent, meðan ein dómsnevnd sat við hinum helminginum.

Tey fimm, sum vóru at velja ímillum, vóru hesi:

- Guðmundur Joensen, triathlon

- Helgi Dam Ziska, talv

- Pál Joensen, svimjing

- Valborg Heinesen, renning

- Øssur Debes Eiriksfoss, fimleikur og frælsur ítróttur


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her