fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 9.6m/s

Leita á in.fo

Hallur av Rana 15.09.2015 (09:37)

Páll er nú løgtingsformaður

Eitt av málunum á skránni á dagsins tingfundi var val av tingformanni, ið er hægsta embæti innan tað lóggevandi valdið og javnsett í tign við løgmann. 


Tað var aldrin tann stóri spenningurin um hvør varð valdur sum tingformaður, tí frammanundan var greitt, at teir tríggir samgonguflokkarnir, Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Framsókn høvdu avtalað, at Tjóðveldi skuldi fáa tann sessin.


Í tingbólkinum hjá Tjóðveldi var tað eisini upplagt, at tað gjørdist tingmaðurin úr Sandoynni, Páll á Reynatúgvu, ið varð valdur sum tingformaður. Í seinastu tingsetu var tingmaðurin nevniliga 3. næstformaður í Formansskapinum.


Tá avtornaði var tað eisini Páll á Reynatúgvu, ið einmælt varð valdur til løgtingsformann.

Umframt Páll á Reynatúgvu, so sita nú Heðin Mortensen, Edmund Joensen og Jógvan á Lakjuni í formansskapinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her