Leita á in.fo

Hallur av Rana 13.08.2015 (20:28)

Paul Watson blokerar allar føroyingar

Nógvir føroyingar plaga javnan at vitja almennu Facebooksíðuna hjá Sea Shepherd leiðaranum Paul Watson, ið hevur fingið navnið Captain Paul Watson.


Paul Watson er sjálvur sera aktivur á síðuni, har hann í heilum heldur sínar nógvu fjepparar dagførdar við tí, ið hendir í Føroyum og aðrastaðni.


Millum annað hevur føroyska ákæruvaldið notið gott at hansara dagføringum. Í rættarmálinum móti Sea Shepherd fólkunum í síðstu viku, vísti ákærin, Linda Hesselberg, fleiri ferðirnar til hvat Paul Watson skrivaði á síni síðu.


Men í kvøld hevur tað vakt undran hjá nógvum føroyingum, at tey ikki sleppa inn á síðuna longur. Enn ber til at finna síðuna á Facebook, men tá fólk trýsta á hana, so enda tey aftur á síni egnu tíðarlinju.


In.fo hevur tosað við fólk í øðrum londum, ið ongar trupulleikar hava at sleppa inn á síðuna hjá Sea Shepherd leiðaranum, so trupulleikin tykist einans at vera í Føroyum.


Líkt er harvið til, at sama kvøld sum almennu Føroyar hava víst fimm Sea Shepherd limir av landinum, so hevur Paul Watson víst øllum føroyingum av sínari Facebooksíðu.


Paul Watson hevur eisini fleiri ferðir áður víst á, at hann hevur ongan sum helst hug at samskifta við føroyingar, ið hann áhaldandi hevur líknað við hópdrápsfólk. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her