Leita á in.fo

Danjal av Rana 21.03.2016 (14:46)

Paul Watson er errin um dómin

Paul Watson hevur enn eitt av sínum ófantaligu álopum á føroyskar myndugleikar á Facebookvanga sínum.

 

Í eini viðmerking til dómin, sum Eystari Landsrættur staðfesti í síðstu viku, sigur Paul Watson, at Sea Shepherd kunnu vera stolt av at vera dømd fyri at royna at bjarga hvalum. Annars ætlar felagsskapurin at látast sum luft hvat dóminum viðvíkur, tí tað gera bæði japanskir og danskir myndugleikar, hvat altjóða lógum viðvíkur, sigur Paul Watson.

 

Sea Shepherd hevur ongar ætlanir um at rinda tær 75.000 krónurnar, sum felagsskapurin hevur fingið í bót fyri at umboð teirra løgdu upp í grindadrápið í Bø 23. juli í fjør. Paul Watson vísir á, at bygnaðurin hjá felagsskapinum er so háttaður, at Sea Shepherd Global, sum hevur fingið bótina, ikki hevur nøkur virði, enn minni 75.000 krónur at rinda bótina við.

 

Enn einaferð vísir hann á, at umboðini fyri Sea Shepherd heldur vildu sita í Mjørkadali enn at rinda bótina, men at hesum noktaði føroyskir myndugleikar og vísti teimum heldur av landinum.

- Ongar bótur verða rindaðar, ongin fer at sita nakra fongsulsrevsing og Linda (Margrethe Hesselberg, ákæri, blaðm.) hevur hjálpt okkum at varpa ljós á órættvísi og harðskapin í ræðuliga føroyska slátrinum av ósekum hvalum, skrivar Paul Watson.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her