Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 27.06.2015 (05:36)

Persónsstríð eyðkent fleiri oddafólk Sambandsins

Kaj Leo Holm Johannesen er ikki fyrsti formaður í Sambandsflokkinum, ið sum persónur er vorðin ein trupulleiki fyri flokkin og fyri trúvirði hjá flokkinum.

 

Fleiri stríð um persónar hava verið í Sambandsflokkinum seinastu 25 árini. Í 1990 legði Pauli Ellefsen frá sær sum formaður, tí hann var komin í stríð við onnur oddafólk í flokkinum.

 

Sambandsflokkurin sat tá í samgongu saman við Fólkaflokkinum og Tjóðveldisflokkinum.

 

Stríð var millum Paula Ellefsen og Jógvan Ingvard Olsen, sum tá var landsstýrismaður. Málið snúði seg um ráðfiskabýtið, har stór ósemja var millum serliga Jógvan Ingvard Olsen og Paula Ellefsen.

 

Endin var, at Pauli Ellefsen legði frá sær, og nýggjasti tingmaður floksins, Edmund Joensen varð valdur til formann.

 

Í løgmanstíðini hjá Edmund Joensen frá 1994-98 var eisini ófríðarligt í Sambandsflokkinum. Rættiligt stríð var upp undir løgtingsvalið í 1998, tá fleiri tingmenn Sambandsfloksins beinleiðis mótarbeiddu Edmundi Joensen. Á valinum 30. apríl í 1998 var stórur spenningur, um Edmund Joensen fór at verða afturvaldur. Men tað stríðið vann Edmund Joensen, meðan ein av fremstu mótstøðumonnum hansara, Atli Hansen í Gøtu, lá eftirá.

 

Hóast Edmund Joensen vann stríðið í 1998, so steðgaði tað kortini ikki. Og á landsfundi Sambandsfloksins í 2001 stillaði Lisbeth L. Petersen upp í móti Edmundi Joensen til formansvalið, sum hon vann.

 

Til løgtingsvalið í 2004 stóð Sambandsflokkurin til at fáa stóra framgongd. Hetta var valið, sum varð útskrivað í úrtíð, tá fullveldissamgongan kollsigldi. Á valinum gekk Sambandsflokkurin aftur frá 26 prosentum til 23,7. Orsøkin var fyrst og fremst ein loyniligur skattalætti, sum Lisbeth L. Petersen hevði ført flokkin farm við til løgtingsvalið. Hon vildi ikki siga, hvat skattalættin gekk út uppá, og tað hoppaðu veljararnir ikki uppá.

 

Lisbeth L. Petersen tók avleiðingarnar longu dagin eftir valið og legði frá sær sum floksforkvinna. Tað var ikki fyrr sæð í føroyskum politikki áður – og eingin maður hevur fyrr ella seinni verið so skjótur at viðgingið mistøk og tikið avleiðingarnar, sum Lisbeth L. Petersen gjørdi ta ferðina.

 

Soleiðis var tað Alfred Olsen, næstformaður, sum leiddi samráðingarnar um landsstýrið, sum endaðu við, at fyrra ABC samgongan varð skipað.

 

Á næsta landsfundi Sambandsfloksis varð Kaj Leo Johannesen valdur til formann – í stríðsvali ímóti Johan Dahl, sum var so firtin um at tapa formansvalið, at hann meldaði seg úr Sambandsflokkinum og boðaði løgtinginum frá, at hann ikki var partur av Sambandsflokkinum á tingi. Nakað seinni kom Johan Dahl upp á betri tankar og meldaði seg innaftur í Sambandsflokkin – og hann var næstformaður fram til síðsta landsfund floksins, tá hann sjálvboðin legði næstformansstarvið frá sær.

 

Síðani niðurstøðuna hjá Hans Gammeltoft-Hansen hevur Kaj Leo Holm Johannesen roynt at skákað sær undan. Hann legði út við at siga, at hann ikki var samdur við niðurstøðurni. Tað tíðindaskrivið sendi hann fjølmiðlinum samstundis sum Hans Gammeltoft-Hansen sat í Løgtinginum og kunngjørdi niðurstøðuna, at Kaj Leo Holm Johannesen hevði brotið lógina um ábyrgd landsstýrissins við at siga ósatt fyri Løgtinginum.

 

Dagin eftir sendi løgmaður eina umbering til Løgtingið, sum fylti hálvafjórðu linju.

 

Hósdagin gjørdi ting- og landsstýrismanning Sambandsfloksins av, at flokkurin ikki fyrr enn í august skal taka støðu til lagnuna hjá floksformanninum.

 

Kaj Leo Holm Johannesen sjálvur hevur boðað frá, at hann setir sítt mandat til taks og trekkir seg, um onkur annar bjóðar seg fram, sum flokkurin kann semjast um.

 

Soleiðis kann tað fyri fimtu ferð í 25 ár verða eitt persónsstríð, sum skal gera av, hvør framyvir skal stjórna Sambandsflokkinum.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her