Leita á in.fo

Niels Uni Dam 17.12.2013 (09:40)

Pumpandi poppur við frá Franku

Helena Heinesen Rebensdorff er nú klár við nýggjum kunstnaranavni og nýggum videolag. Løgd á hyllina er Helena Murmur og risin úr leivdunum er elektroniska popnavnið Franka.

Fyrsta lagið hjá Franku, vísir eina ávísa broyting í stíli, har tann eitt sindur djúpttonkti og melankolski poppurin er broyttur til meira meira eksplosivan, ágangandi og pumpandi elektroniskan popp. Men enn sum áður, eru tað góðu melodiirnir og góða røddin, ið eru berandi.

Helena, ið er dóttir Elina Brimheim Heinesen, hevur fingið poppin inn við móðurmjólkini, og telist millum okkara mest spennandi poppnøvn. Hóast langt er frá hennara tónleiki til glaða 80'ara poppin hjá Nalju, so er neyvan nakar ivi um, at tað at hava eina mammu, sum er poppstjørna, hevur havt sína ávirkan á hvørja yrkisleið Helena hevur valt. 

Longu í fyrru verkætlanini Helena Murmur vístu hon góðar dygdir, og tykist nú uppaftur meira búgvin.

Sambært music.fo lesur Helena Heinesen Rebensdorff tónasmið á kongaliga tónleika konservatoriuminum í Aarhus.


Lurta og hygg at nýggja videolagnum omanfyri


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her