Leita á in.fo

Savnsmynd av Jan Elmar Sørensen

Hallur av Rana 18.01.2016 (11:05)

Rebekka og Jan Elmar vunnu í kavanum

Leygardagin savnaðust rennarar úr øllum landinum í Sørvági, har 4. umfar av TF Vetrarkappingini var á skránni.


Á síni heimasíðu skrivar Frælsur Ítróttur Føroya, at hóast at hitin var beint undir frostmarkið, so vóru líkindi av renna av teimum fagrastu.


Hjá monnum var serligur spenningur knýttur at opna bólkinum hjá monnum, har FíF skrivar, at tað serliga vóru Eirik Hansen og Jan Elmar Sørensen, ið stríddust um oddasessin.


Tað vóru eisini teir báðir, ið løgdu seg á odda. At byrja við megnaðu Julian Gregersen og Guðmundur Joensen at fylgja teimum báðum, men tá Eirik setti ferð á, var tað bara Jan Elmar, ið megnaði at fylgja honum.


Sambært FíF gjørdist talan eisini um ein spennandi endaspurt, har Jan Elmar Sørensen átti munin, og vann har við sítt næsta umfar í vetrarkappingini.


Hjá kvinnum var tað enn einaferð Rebekka Fuglø, ið var suvureni vinnarin, tá hon rann á mál umleið ein minutt frammanfyri Rigmor N. Arge, ið kom á mál sum nummar tvey. Duruta R. Á Lofti gjørdist nummar trý.


Dreingir (2000-2004) – 3 km

1: 10.20 - Dánjal Dahl Ljósheim – 2000 – Hvirlan.
2: 10.38 – Hans Eihilt Sivertsen – 2001 – Treysti.
3: 11.20 – Hans Erland Thomsen – 2003 – Bragdið.


Gentur (2000-2004) – 3 km

1: 10.42 – Maria Biskopstø – 2002 – Treysti.
2: 11.02 – Oddvør Josephsen – 2001 – Treysti.
3: 12.49 – Unna Ró Jacobsen – 2002 – Bragdið.


Kvinnur opin bólkur (-1999) – 12 km

1: 49.19 – Rebekka Fuglø – 1993 – Treysti.
2: 50.42 - Rigmor Napoleonsdóttir Arge – 1969 – Hvirlan.
3: 51.47 – Duruta Reginsdóttir á Lofti – 1969 – Bragdið.


Kvinnur veteranar (1961-1970) – 12 km

1: 50.42 – Rigmor Napoleonsdóttir Arge – 1969 – Hvirlan.
2: 51.47 – Duruta Reginsdóttir á Lofti – 1969 – Bragdið.
3: 52.19 – Krista Nielsen – 1965 – Bragdið.


Kvinnur superveteranar (-1960) – 12 km

1: 1.05.08 – Sunneva Olsen – 1959 – Bragdið.
2: 1.05.21 – Cecilia Arendal – 1957 – Hvirlan.
3: 1.09.59 – Elisabeth Rasmussen – 1959 – Bragdið.


Mansunglingar (1995-1999) – 12 km

1: 43.00 – Julian Gregersen – 1998 – Treysti.
2: 45.10 – Gunnar Eihilt Sivertsen – 1999 – Treysti.
3: 47.35 – Rógvi Kárason – 1996 – Bragdið.


Menn opin bólkur (-1999) – 12 km

1: 42.04 – Jan Elmar Sørensen – 1991 – Treysti.
2: 42.97 – Eirikur Hansen – 1980 – Bragdið.
3: 43.00 – Julian Gregersen – 1998 – Treysti.


Menn veteranar (1961-1970) – 12 km

1: 45.34 – Sam Vang – 1970 – Bragdið.
2: 45.47 – Martin Graversen – 1967 – Bragdið.
3: 47.31 – Guttorm Sørensen – 1968 – Treysti.


Menn superveteranar (-1960) – 12 km

1: 49.21 – Jens R. Weihe – 1947 – Frælsi.
2: 54.14 – Kári Simonsen – 1959 – Bragdið.
3: 57.51 – Gunnar Simonsen – 1952 – Treysti. 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her