fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Danjal av Rana 24.06.2015 (09:40)

Reisa ikki misálit aftur

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, sigur, at bólturin nú liggur hjá samgonguni og samgonguflokkunum.

 

Hans Gammeltoft-Hansen, kanningarstjóri, legði í gjár fram úrslitið av kanningararbeiði sínum um handfaringina hjá Kára P. Højgaard, tá landsstýrismaður í innlendismálum, og Kaj Leo Holm Johannesen, løgmanni, av málinum um Skálafjarðartunnilin og avtaluna við CIP.

 

Hans Gammeltoft-Hansen er komin til ta niðurstøðu, at løgmaður hevur sagt ósagt fyri tinginum, tá hann segði seg einki kenna til nakra avtalu við CIP um break-fee.

- Eg havi aldrin gjørt nakra avtalu við CIP, hevði ikki funnið upp á tað, og eg eigi ongan part av ábyrgdini av avtaluni, segði løgmaður av tingsins røðarapalli.

 

Aksel V. Johannesen sigur, at nú formansskapurin í løgtinginum hevur fingið úrslitið av kanningini, má formansskapurin eisini taka niðurstøðuna til eftirtektar.

- Hvat viðvíkur tí rættarliga, so má formansskapurin nú viðgera málið og niðurstøðuna og taka eina avgerð um, hvørjar avleiðingarnar skulu vera, sigur Aksel V. Johannesen.

 

Politiskt, so nevnir Aksel V. Johannesen, at andstøðan longu á heysti 2013 legði fram eitt uppskot um misálit móti løgmanni, og ein av grundgevingunum var, at hann hevði sagt ósatt fyri tinginum.

- Tað misálitisuppskotið varð felt, og tí haldi eg, at bólturin nú liggur hjá samgonguni og samgonguflokkunum. Vit kunnu sjálvandi halda á at leggja misálitsuppskot fram, men nú má samgongan sjálv taka um endan, sigur Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, og sigur víðari, at andstøðan ikki arbeiðir við at samla tingið saman til eina politiska viðgerð av kanningini.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her