Leita á in.fo

Rógvi Nybo 07.08.2015 (15:21)

Risastór bót til Sea Shepherd

Dómur er í dag sagdur í málinum móti teimum fimm Sea Shepherd fólkunum, sum vóru ákærd fyri brot á grindalógina og revsilógina í sambandi við grindadrápini í Bø og í Sandagerði.

 

Ákæruvaldið hevði kravt tey fimm ákærdu, Kevin Scheltz, Xavier Figarella, Marianna Baldo, Christophe Bondue og Rosemarie Kunneke, umframt Sea Shepherd felagsskapin fyri tilsamans í minsta lagi 225.000 krónur.

 

Øll tey ákærdu vórðu funnin sek fyri brot á grindalógina, og dómarin hevur mett, at tey skulu nú rinda bøtur fyri tilsamans 200.000 krónur.

 

Ákærdi Kevin Scheltz er dømdur at rinda 5.000 krónur í bót. Orsøkin til linu revsingina er, at hansara mótmæli var at meta sum ein politisk manifestatión, ið á ongan hátt ávirkaði ella hevði áhuga millum tey, ið vóru til staðar. Tí fekk hann eina bót, sum svarar til fimtingin av tí, ið er ásett í lógini.

 

Xavier Figarella og Marianna Baldo vórðu dømd at rinda 30.000 krónur í bót hvør, fyri við báti at royna at forða, at grindin í Bø varð hildin til, og fyri ikki at akta boðum frá løgregluni um at halda seg uttanfyri grindaøkið. Orsøkin til, at bótin er sett hægri enn tær 25.000 krónurnar er, at tey hava virkað í felag, eftir tilrættislegging og sum liður í einum felagsskapi, sum sjálvstøðugt kemur undir revsiábyrgd í málinum.

 

Christophe Bondue varð dømdur at rinda 25.000 krónur í bót. Dómarin metti tað verða linkandi, at hann ikki hevði til endamáls at forða grindadrápinum, men bert at órógva og darva grindadrápinum.

 

Rosemarie Kunneke varð dømd at rinda eina bót áljóðandi 35.000 krónur. Dómarin metta tað  verða linkandi, at hann ikki hevði til endamáls at forða grindadrápinum, men bert at órógva og darva grindadrápinum. Dómarin legði hinvegin skerpandi dent á, at Rosemarie Kunneke hevði ein leiðandi leiklut í kriminalitetinum. Dómarin legði somuleiðis dent á, at Rosemarie Kunneke hevur havt ein leiðandi leiklut í virkseminum hjá Sea Shepherd í Føroyum.

 

Sea Shepherd felagsskapurin, Stitching Sea Shepherd Global, varð dømur at rinda 75.000 krónur í bót. Dómarin legði serligan dent á, at kriminella virksemið kann hava stórar fíggjarligar avleiðingar fyri føroyska samfelagið.

 

Umframt dómarnar fyri tilsamans 170.000 krónur, er hald eisini lagt á ein VHF-ara og ein gummibát við páhangsmotori, til tess at forða at hesi verða nýtt til at fremja nýggj lógarbrot. Dómarin vildi ikki leggja hald á eitt kamera, sum ákæruvaldið annars hevði kravt, tí at “eitt slíkt samfelag er Føroyar ikki”, sum hann orðaði seg.

 

Jógvan Páll Lassen, verji, kærdi dómin á staðnum, og krevur linari revsing. Linda Hesselberg, ákæri, kontrakærdi, og krevur at revsingin verður tann sama ella harðari. Tískil fer málið nú til Eystara Landsrætt at taka støðu til.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her