fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 8°C

Vindur 8.8m/s

Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 09.09.2015 (17:22)

Rodmundur Nielsen eisini meldað seg úr

Enn ein tingmaður fyri Fólkaflokkin seinasta valskeiðið hevur meldað seg úr Fólkaflokkinum.

 

Beint eftir klokkan 17 í dag boðaði Annika Olsen frá, at hon meldar seg úr Fólkflokkinum. Men í gjár boðaði Rodmundur Nielsen floksformanninum frá, at hann eisini hann meldaði seg úr Fólkaflokkinum.

 

Sum in.fo skilir tað, so visti Rodmundur Nielsen ikki um avgerðina hjá Anniku Olsen, tá hann tók avgerðina og meldaði seg úr Fólkaflokkinum.

 

Rodmundur Nielsen fekk 197 atkvøður á valinum í síðstu viku. Hann er nummar 10 á listanum. Hann hevði sæti á tingi sum varamaður seinasta valskeið.

 

Tingmanningin hjá Fólkaflokkinum telur nú fimm fólk. Tað er fýra fólk færri, enn tingbólkurin taldi mánadagin í síðstu viku. Endar Fólkaflokkurin í andstøðu, sum alt bendir á, so verða tað sjey fólkafloksfólk færri á tingi og í landsstýrið. Tí áðrenn valið hevði Fólkaflokkurin 9 tingfólk og 3 landsstýrisfólk.

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her