Leita á in.fo

Hallur av Rana 05.08.2015 (09:13)

Rosie er lykilin at fella Sea Shepherd

Ákæruvaldið fór í eitt frontalt álop á Sea Shepherd í gjár, tá rættarfundur móti teimum Sea Shepherd limunum, ið vórðu handtiknir 23. juli, var fyri í Føroya rætti.


Ákærin í málinum, Linda Hesselberg, gjørdi nevniliga greitt, at ákæruvaldið ikki einans ynskir teir fimm limirnar dømdar sekar í brot á grindalógini, men at fari verður eisini eftir Sea Shepherd felagsskapinum.


Lykilin í royndini at fella Sea Shepherd, var at knýta Rosie Kunneke og Sea Shepherd saman, og harvið sannføra dómaran um, at Rosie Kunneke er umboðið hjá Sea Shepherd í Føroyum.


Tað royndi Linda Hesselberg, ákæri, við at vísa á, at tað er Sea Shepherd Global, við heimstaði í Hollandi, ið byrjaði átakið móti føroyska grindadrápinum, at tað er Sea Shepherd Global, ið hevur sett Rosie Kunneke í starv, og rindar lønina hjá Rosie Kunneke. Víst var eisini á, at á vegnum til Føroyar, so steðgaði Kunneke nakrar dagar í Hollandi, har hon møtti umboðum fyri Sea Shepherd Global, og at hon býr í somu húsum í Føroyum, ið var høvuðsstøð hjá felagsskapinum í fjør.


Harumframt vísti ákærin á, at tað er Rosie Kunneke, ið samskiftir við føroysku myndugleikarnar og fjølmiðlar vegna Sea Shepherd. Harumframt, so sat hon við síðuna av stjóranum hjá Sea Shepherd Global, Alex Cornelissen, tá felagsskapurin skipaði fyri tíðindafundi í Føroyum fyrr í ár, og at hon í fleiri teldupostum umtalar seg sjálva og Sea Shepherd felagsskapin sum ”vit”.


Viðvíkjandi restini av limunum hjá felagsskapinum, so metti ákærin ikki, at teirra manglandi limaskapur í Sea Shepherd hevði nakran týdning.


- Tey eru her, tí tey eru partur av átakinum, ið Sea Shepherd Global stendur fyri. Tá er tað líkamikið, um man er limur í felagsskapinum, segði Linda Hesselberg í rættinum.


Linda Hesselberg gjørdi greitt, at Sea Shepherd felagsskapurin, eigur at straffast fyri lógarbrotini hjá teirra limum í Bø, og metir tí, at felagsskapurin skal rinda í minsta lagi 100.000 krónur í bót.


- Tað eigur í minsta lagi, at verða samlaða upphæddin av bótini hjá teimum sektaðu limunum, og so nakað aftrat. Sea Shepherd vinnur pening upp á handtøkurnar, ið fáa fjølmiðlaumrøðu, ið síðani hjálpir felagsskapinum at fáa fleiri stuðlar. Ongin skal kunna tjena pening uppá lógarbrot í Føroyum. Tí er neyðugt, at felagsskapurin fær ein harðan straff, førdi ákærin fram í rættinum. 


Hvørki Rosie Kunneke ella Jógvan Páll Lassen, verji hjá Sea Shepherd fólkunum, hildu nógv um ákærurnar.


Jógvan Páll Lassen afturvísti uppáhaldið hjá ákæranum, og vísti millum annað á, at Sea Shepherd ikki er ein einstakur felagsskapur, men fleiri felagsskapir í ymiskum londum. Tí kann hollendski felagsskapurin ikki straffast fyri nakað, ið limir hjá øðrum felagsskapum gera. Millum annað varð víst á, at tað er Sea Shepherd Avstralia, ið eigur Brigitte Bardot. 


Rosie Kunneke tvíhelt um, at hon var í Føroyum sum sjálvboðin í felagsskapinum, og at tann peningur, ið hon fekk frá Sea Shepherd, ikki var løn, men peningur at dekka útreiðslur í samband við átakið. Hon afturvísti eisini fleiri ferðir, at hon á nakran sum helst hátt, umboðar Sea Shepherd Global ella nakran persón í felagsskapinum.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her