Royn vín úr viðurkenda víngarðinum Gerard Bertrand

Fríggjakvøldið 26. apríl fær Fútastova hábærsliga vitjan úr viðurkenda víngarðinum úr Suðurfraklandi Gerard Bertrand.

Í 1992 setti Gerard Bertrand sær fyri, at hann vildi hækka støðið á vínmarknaðinum í Suðurfraklandi, og staðfestast má, at hetta hevur eydnast honum framúr væl. Í dag finst vín frá Gerard Bertrand í vínskráum hjá matstovum við trýfaldaðum Michelinstjørnum.

Fríggjakvøldið 26. apríl hevur tú møguleika at royna 9 sløg av víni frá Gerard Bertrand. Matskráin, sum Fútastova borðreiðir við hetta kvøldið, er ikki minni forkunnug – heili 6 rættir, sum fagna Suðurfranskari matlist.

Kostnaður hetta kvøldið er 1.300 kr. fyri hvønn.

Tryggja tær pláss VIÐ AT TRÝSTA HER 

 

Matskrá

Tomatir, bønir, basillikum

Brandada

Aligot, egg, trøfflur

Fiskasúpan

Lambskjøt, grønar bønir, puy linsur

Sitrón, safran, marengs, jarnurt

 

Vínskrá:

Code Rouge Cremant

2018 Reserve Speciale Sauvignon Blanc

2015 Sauvageonne Grand Vin Blanc

2017 Cigalus Blanc

2017 Reserve Speciale Pinot Noir

2017 Domaine Villamajou Rouge

2013 Sauvageonne Grand Vin Rouge

2016 Le Viala

2017 Muscat de Rivesaltes