Leita á in.fo

Mynd: Kristfríð Tyril

Danjal av Rana 23.03.2016 (15:59)

Særdi føroyingurin er útskrivaður

Sólfinn Hansen, sum varð særdur í yvirgangsálopinum í Belgia í gjár, er útskrivaður av sjúkrahúsinum. Tað váttar Kate Sanderson, sendikvinna til Bruxelles, tá in.fo tosaði við hana stutt áðrenn klokkan fýra í dag.

- Hann er útskrivaður og hevur fingið loyvi at ferðast frá læknunum, so hann er á veg úr Bruxelles, sigur hon.

 

Tað hevur ljóðað, at Sólfinn Hansen er einasti danski ríkisborgari, sum er raktur í atsóknunum.

- Belgiskir myndugleikar hava framvegis ikki almannakunngjørt listar yvir tey særdu og deyðu, og tí veit Kate Sanderson ikki fyri vissu, um nakar annar er skaddur, sigur Kate Sanderson.

 

Sjálv sigur hon, at hetta málið sjálvandi hevur havt fyrstu raðfesting hjá sær í dag, og hevur trokað allar aðrar uppgávur burtur. Hon hevur sjálv verið á sjúkrahúsinum hjá Sólfinni Hansen í nakrar tímar.

- Vit fingu viðførið hjá honum sent av hotellinum á sjúkrahúsið, soleiðis at tað var lættari hjá honum at sleppa avstað aftur í dag, sigur Kate Sanderson.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her