Byrjanin til endan

Hanus Hansen, reiðari, sigur, at uppboðssøla av kvotum í Barentshavinum verður endin av fiskiskapinum norðanfyri


Stjórin í JFK-trol er alt annað enn nøgdur um tað, sum gjørdist greitt, tá fíggjarlógin fyri 2016 varð samtykt.

 

- Eg eri skelkaður. Hetta verður helst byrjanin til endan í Barentshavinum, sigur Hanus Hansen við Sosialin.

 

Hann sipar serliga til ætlanina um, at 15% av kvotunum í Barentshavinum nú skulu seljast á uppboði.

 

- Sjálvandi fara vit at bjóða, men vit eisini, at tá tá ið talan er um uppboðssølu, so er tað eisini ein marknaður fyri spekulantar, sigur hann.

 

Eisini vísir hann á, at hetta kann gerast ein vanlukka fyri Klaksvík, tí vandi er fyri, at arbeiðspláss nú fara at hvørva.

 

Samrøðan við Hanus Hansen kann lesast í Sosialinum, sum er í sølubúðunum í kvøld. Talgilda útgávan av blaðnum kann eisini lesast HER.