fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 6°C

Vindur 13.2m/s

Leita á in.fo

Tróndur Arge 28.10.2013 (11:18)

Sámal Erik til B36 í dag

Sámal Erik Hentze hevði leygardagin sín seinasta arbeiðsdag sum venjari hjá AB. Hann hevur leingi verið settur í samband við B36. Keldir hjá in.fo siga, at sáttmálin kemur upp á pláss í dag.

 

Í seinastuni hava søgur gingið um, at Fróði Benjaminsen verður hjálparvenjari, men sum skilst, so hevur hetta einki upp á seg og passar ikki. Enn er óvist hvør verður hjálparvenjari hjá Sámal Eriki.

 

Støðan viðvíkjandi Lukasz Cieslewicz er ógreið. Hann hevur tilboð frá B36 um at leingja, umframt í minsta lagi Víkingi. In.fo skilur, at onnur feløg eru ella hava verið inni í spæli um at tryggja sær undirskriftina hjá póllendinginum, sum skoraði tvey mál í seinasta dystinum.

 

Sum skilst, so hevur hann tíðliga boðað frá, at hann ikki tekur eina avgerð fyrr enn kappingarárið er av. So væntandi verður okkurt nýtt at hoyra um tað.

Les eisini: Sámal Erik verður venjari hjá B36


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her