Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 20.04.2015 (07:54)

Sámal Petur í Grund bjóðar seg fram aftur

Fyrrverandi løgtings- og landsstýrismaðurin hjá Sjálvstýrisflokkinum, Sámal Petur í Grund, roynir seg enn einaferð sum valevni fyri Framsókn á komandi løgtingsvali

 

Hesum boðar Framsókn frá í morgun. Sámal Petur í Grund 57 ára gamal. Hóast tað eru 13 ár síðani, at hann gavst í politikki, so hevur hann drúgvar royndir.

 

Hann sat sum landstýrismaður fyri Sjálvstýrisflokkin í mentanar- og samskiftismálum í tíðarskeiðinum  1994 til 1997 og var valdur tinglimur við løgtingsvalið í apríl 1998. Somuleiðis var hann landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum frá februar 2001 til juni 2002.

 

Til seinasta løgtingsval var Sámal Petur eisini valevni fyri Framsókn, og hevur hann verið sum varamaður á tingi í verandi valskeiði.

 

Sámal Petur í Grund er harumframt royndur sjómaður og hevur eisini luttikið í vinnuligum verki á landi. Seinastu nærum 11 árini hevur hann verið skipari hjá Strandferðsluni.

 

– Eg haldi at frælsa leiðin, sum Framsókn stendur fyri, er gongda leiðin fyri samfelag okkara. Tað, at vit øll sleppa at liva og virka á jøvnum føti uttan mun til hvussu vit eru samansett. At vit arbeiða fram ímóti eini vinnu sum er burðardygg í allar mátar. At arbeitt verður fram ímóti at land okkara gerst ein fræls tjóð, sigur Sámal Petur í Grund í fráboðanini frá Framsókn í morgun.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her