Leita á in.fo

Eirikur Lindenskov 06.08.2015 (16:00)

Samgongan missir seks tingsessir

Alt bendir á stjórnarskifti í Tinganesi vísir nýgg veljarakanning

 

Samgonguflokkarnir fáa bara 14 tingsessir, um val var í dag. Tað vísir fyrsta veljarakanning, sum er gjørd eftir at løgtingsval varð skrivað út á ólavsøku.

 

Í kanningini, sum Fynd hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið, fær Sambandsflokkurin størstu afturgongdina. Hann fer úr 24,7 prosentum niður í 19 prosent. Tað merkir, at hann missir tveir tinglimir í mun til seinasta val.

 

Fólkaflokkurin gongur 3,9 prosentstig aftur. Hann fer úr 22,5 niður í 18,6. Hann missir eisini tveir tingsessir og fær seks.

 

Bæði Sambandsflokkurin og Fólkaflokkurin hava síðani síðsta val fingið ein tinglim afturat í part. Tí missa teir tilsamans seks tingsessir í mun til í dag.

 

Miðflokkurin hevur eisini afturgongd, men varðveitir sínar tveir tingsessir.

 

Stóru vinnararnir eru Framsókn og Javnaðarflokkurin. Framsókn tvívaldar tingmannatalið í mun til síðsta val – men ferfaldar tingmannatalið í mun til í dag.

 

Javnaðarflokkurin gongur 5,3 prosentstig fram og fær 23 prosent og átta tingsessir. Tað er ein framgognd upp á tveir í mun til seinasta val.

 

Tjóðveldi gongur 1,9 prosentstig fram, úr 18,3 til 20,2. Tað gevur flokkinum ein tingsess afturat, so hann hevur tilsamans sjey.

 

Nýggja Sjálvstýri fær 2,9 prosent í kanningini og fær ikki umboðan í løgtinginum.

 

Lesið alt um veljarakanninga í VikuskiftisSosialinum, fæst í Havn í kvøld og kring landið í morgin. Blaðið kann eisini keypast á www.sos.fo

 

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her