fyrst og fremst

alt text

Veðrið í dag:

Hiti 9°C

Vindur 13.9m/s

Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 05.12.2013 (13:42)

Samkynd hava brúk fyri hjálp

- Samkynd hava nógv verri lívsgóðska enn onnur hava og tí hava samkynd brúk fyri hjálp.

 

Tað staðfestir Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum, nú Løgtingið í dag viðgerð eitt uppskot um at loyva samkyndum hjúnalagi.

 

Les eisini: Lat kærleikan ráða

 

Tað eru tey trý tingfólkini, Rigmor Dam, Bjørt Samuelsen og Poul Michelsen, sum hava lagt uppskot fyri Løgtingið um at gera ta lógligt at gifta samkynd í borgarligari vígslu.

 

Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam hava havt orðið í morgum og hava tosað nógv um grundleggjandi mannarættindi og um tann grundleggjandi rættin hjá teimum menniskjum, sum elska hvønn annan, til at ganga sama í hjúnalag.

 

Les eisini: Hjúnabandslógin fyri  tingið í dag

 

Men annars hava Reimund Langgaard úr Sambandsflokkinum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir úr Fólkaflokkinum tær báðar vilja ikki, at samkynd skulu hava loyvi at ganga saman í hjúnalag.

 

Les eisini: Samkynd kunnu ættleiða børn

 

Samstundis hevur Jenis av Rana eisini staðfest tað, øll vistu frammanundan, nevniliga, at Miðflokkurin er ímóti samkyndum hjúnalagi.

 

Og grundgevingarnar hjá formanninum í Miðflokkinum eru tikin bæði úr Bíbliuni við fleiri skriftstøðum, og úr hagtølum.

 

Les eisini: Samkynd sleppa ikki at giftast

 

Hann vísur á, at Guð ávarar ferð eftir ferð ímóti samkyndum hjúnalagi, staðfestir Jenis av Rana, og hann sigur, at tað fer at koma okkum aftur um brekku at ganga ímóti hesum ávaringum.

 

Hann sigur, at samkynt parlag er beinleiðis ímóti náttúruni og seta vit okkum ímóti tí, fer tað at miseydnast.

 

Hansara páhald er eisini tað, at samkynd hava munandi verri lívsgóðsku enn onnur fólk.

 

Hann sigur, at hesi hagtølini eru reinsað fyri teir skeivleikar, sum kunnu standast av, at orsøkin til, at samkynd hava verri lívsgóðsku, er, at tey eru illa viðfarin í samfelagnum.

 

Les eisini: Gifta samkynd uttanfyri Løgtingið

 

Hann sigur, at orsøkin til, at samkynd hava verri lívsgóðsku, er, at tey liva ímóti náttúruni og tí hava tey brúk fyri hjálp.

 

Les eisini: Ongin kann fáa ilt av samkyndum hjúnalagi

 

Nógv fólk var í Løgtinginum í dag og lurtaði eftir orðaskiftinum um samkynd hjúnaband: síggj fleiri myndir við at TRÝSTA HER

 

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her