Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 24.11.2015 (11:50)

Samkynd Hjúnalag: Vilja ikki hjálpa samgonguni

Í dag viðger løgtingið eitt hitt mest umstrídda málið nakrantíð, nevniliga spurninginum um at laa samkynd sleppa at giftast borgarliga.

 

Tað eru tær fýra tingkvinnurnar, Kristianna Winther Poulsen úr Javnaðarflokkinum, Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi, Hanna Jensen úr Framsókn, og uttanflokstingkvinnan, Sonja Jógvansdótir, sum hava lagt málið fram.

 

Og undir viðgerðini hava tær vónað, at løgtingslimir slepp at atkvøða eftir síni egnu sannføring.

 

Og higartil hava Javnaðarflokkurin, Tjóðveldi og Sambandsflokkurin boðað frá, at tinglimir sleppa at atkvøða eftir síni egnu sannføring.

 

Men Bárður á Steig Nielsen úr Sambandsflokkinum gjørdi kortini greitt, at Sambandsflokkurin fer ikki at hjálpa samgonguni burturúr eini knípu, serliga nú flokkurin ikki er hoyrdur frammanundan.

 

Samgongan sendir ikki mál til hoyringar og leitar ikki eftir semjum. Hetta er heldur ikki eitt mál, sum er sent til hoyringar, og tað fara vit ikki at lata okkum misbrúka til, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

 

- Vit skulu hava pláss fyri øllum, men nú hevur samgongan smurt tað upp á fýra tinglimir í samgonguni, og tað fara vit ikki at hjálpa teimum við, serliga eftir at samgongan misti sín seytjandi, og avgerandi tinglim, Sonju Jógvansdóttir, nettupp upp á hetta málið.

 

Og nú vil samgongan samtykkja hetta málið fyri at varðveita meirilutan, og tað fer Sambandsflokkurin ikki at tryggja, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

 

Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her