Leita á in.fo

Ingun í Skrivarastovu 17.05.2014 (05:31)

Samrøða: At koma heim til sín sjálvs

Nýggjasti filmurin LUDO hjá leikstjóranum Katrini Ottarsdóttir tekur evni upp úr uppvøkstrinum og minnum úr barndómsheiminum í Havn. Fyri fyrstu ferð tosar hon alment um, hvussu tað var at vaksa upp sum smágenta í einum heimi merkt av tøgn og sálarsjúku.

 

 

- Eg skilti tað ikki í byrjanini. Men tað var altíð tað, tað handlaði um.

 

- Hvat var tað?, spyrji eg.

 

Hon hyggur fram fyri seg, og hugsar longi, áðrenn hon svarar.

 

- Tað ósagda. Alt sum var millum linjurnar. Ikki at siga for nógv, at siga tað rætta, men eg visti ongantíð, hvat tað rætta var.

 

Eg hittti leikstjóran Katrina Ottarsdóttir stutt eftir at upptøkurnar til nýggja filmin LUDO vóru lidnar í august í fjør. Tað hevði gingið væl, og hon gleddi seg til at fara í gongd við arbeiðið at seta filmin saman. Upprunaliga skuldi filmurin vera ein stuttfilmur, men har var so nógv gott tilfar, at hon og maðurin, Hugin Eide, avgjørdu, at gera ein langfilm. Hugin og Katrin hava verið gift í 26 ár, og Hugin hevur síðani byrjan verið við í framleiðsluni av filmunum hjá Katrini. LUDO er nú liðugt kliptur, og fær vantandi frumsýning í Føroyum í mei/juni, um tey megna at fíggja tann seinasta partin av framleiðsluni.

 

Tað eru sostatt 15 ár síðani, at ein langfilmur er framleiddur í Føroyum, og Katrin Ottarsdóttir kann ikki sigast  annað enn at vera ein rættur pionerur innan filmslistina herheima. Hon er fyrsti føroyingur, sum tók útbúgving í leikstjórn á danska filmsskúlanum í Keypmannahavn, har hon m.a. gekk í flokki saman við Lars von Trier. Fyrsti spælifilmur hennara var Atlantic Rhapsody frá 1989, og seinasti var Bye Bye Blue Bird frá 1999. Harumframt hevur hon eisini gjørt tríggjar dokumentarfilmar um listafólkini Jóanes Nielsen, Tórodd Poulsen og Hans Paula Olsen. Í 2012 gav hon út eitt sera persónligt yrkingasavn “Eru koparrør í himmiríki”, sum hon fekk M.A. Jacobsen virðislønina fyri í fjør. Í savninum er eisini ein yrking sum eitur LUDO, har eitt brot ljóðar soleiðis:

 

…”barnið stendur bara har, hyggur, heldur ondini, sleppur álíkavæl upp í klemmið í nátt, vil, vil ikki spæla spælið longur”.

 

 

Brúkar sítt egna tilfar 

Vit eru farnar ein túr í plantasjuni, sum liggur stutt frá barndómsheiminum. Eg spyrji um yrkingin LUDO er byrjanin til hugskotið til filmin. Ikki bara, sigur hon, men tað var útfrá yrkingini, at eg byrjaði at skriva víðari til tað sum í dag er filmshandritið.

 

- Tað sum er hent hjá mær er, at eg nú endiliga tori at seta orð á tað sum mann kallar høvuðsstólin. Tað tilfarið, sum eitthvørt listafólk hevur eitt ella annað stað. Eg havi bara ikki kunnað verið í kontakt við tað. Eg havi fingið mær renningarlop nakrar ferðir,  tikið pikkalítil smá ting við í tað eg havi gjørt, men ikki fyrrenn nú havi eg ordiliga kasta meg útí tað. At brúka tað. Tað er jú ikki nakað, sum er serstakt fyri meg. Ingmar Bergman hevur brúkt sítt, somuleiðis Lars Noren. Woody Allen brúkar sínar neurosur uppá sín máta, og arbeiðir útfrá tí. Tað er næstan eitt grundvilkor hjá listafólki at arbeiða við. Onnur hava kanska havt lættari atgongd til tað. Eg havi ikki kunnað brúkt tað fyrrenn nú, í mínum høga aldri.

 

Eg spyrji, hví hon torir at brúka tað nú, og hon svarar, at tað er tí, at nú er ongin eftir sum kann fáa ilt av tí. Ein partur av tí er eisini, at hon vildi verja fólkini, nú far hon anda betur enn fyrr. Nú livir ongin av teimum, sum kann taka skaða av tí, sum eg geri, staðfestir hon, og leggur afturat, at henni nýtist ikki longur at vera bangin um, at hon hevur oyðilagt lívið hjá øðrum við at koma alment fram við søguni. Hon fegnast um, at hon fór í holt við at skriva yrkingasavnið og at gera filmin. Temaið í filminum er tað sama sum í savninum, samanspælið millum smágentuna, mammuna og pápan. Hann, hon og barnið. Í mun til annað Katrin hevur gjørt, heldur hon, at nú er hon komin heim til sín sjálvs.

 

- Man kann kanska siga, at tað eg havi gjørt higartil hevur verið eitt sindur tilvildarligt. T.d Atlantic Rhapsody, hann var kreeraður í vildensky, tí eg hoyrdi, at tað skuldi vera ein filmstevna í Føroyum. Eg hugsaði, fanans tíð, filmsstevna við fult av útlendingum, sum brúka Føroyar sum kullissu, og ikki ein einasti føroyskur filmur. Tað skuldi bara henda skjótt, vit høvdu so lítla tíð. Men Bye Bye Blue Bird var tað fyrsta stigið at nærkast mínum egna tilfari, sjálvt um søgan har slett ikki er mín egna søga.

 

Vit koma inn á, hvussu tað var at skriva sjálvt yrkingasavnið, um lítla barnið, sum sær og hoyrir alt sum gongur fyri seg millum foreldrini, og har barnið er tann, sum í stóran mun tekur alla ábyrgd á seg.

 

- Eg veit, at onnur kanska halda, at tað má hava verið ein hørð prosess  hjá mær. Men eg havi verið so nógv í øllum hasum har, og viðgjørt tað so nógv psykologiskt og alt møguligt, so tað var eitt befríilsi bara at gera tað. Onki, onki við at hava tað ringt, meðani tað varð skrivað. Eg havi so ofta fyrr roynt at skriva hetta, har tað ikki riggaði.

 

Katrin greiður frá, at tá Bye Bye Blue Bird var liðugur, skrivaði hon eitt langt handrit við sama evni, men tá skrivaði hon seg niður í eina svarta spiral, sum var ring at koma uppúr aftur.

 

Eg spyrji nærri, hví tað var so torført at skriva  hetta tá. Kann tað kanska vera, tí hon upplivdi hetta í heiminum sum barn?. Eg merki á henni, at hetta er torført at tosa um, hon vil helst ikki koma ov tætt inná tað. Men so sigur hon:

 

- Barn og barn, tað heldur jú ikki uppat, sjálvt um tú ert vaksin. Tað hevur verið har allatíðina, tað at hava nærkontakt við fólk við ringum nervum. Hon drálar og sigur, at hetta hevur verið eitt lívsvilkor hjá henni.

 

Bara 17 ára gomul gerst Katrin við barn, og tá dótturin Hildigunn var hálvtannað ára gomul, fluttu tær báðar til Danmarkar. Hon sigur, at hon flutti burtur, tí tað var neyðugt fyri at yvirliva sum menniskja, og ikki drukna heilt í sjúkuni heima. Hon heldur, at ein orsøk til, at hon enn fæst við at gera film, hóast alla mótgongdina er, at hon hevur upplivað kaosið í barnaheiminum, og tí hevur eina góða barlast. Tað hevur gjørt hana treiska, og hon dugir at arbeiða, hóast mótgongdina, sum er eitt grundvilkor innan hesa vinnu. Nú kennir hon seg fit for fight, sum hon sigur, og er ikki longur bangin fyri at brúka hetta grundtilfarið. At hon nú torir hetta, heldur hon verða eina stóra styrki í tí skapandi arbeiðnum.

 

  

Aldrin at siga tað rætta

Katrin metir, at sjálvt um fimurin tekur støði í sjálvbiografiskum evnum, so er filmurin nakað øðrvísi. Men samanumtikið handlar tað um, hvussu smágentan og pápin alla tíðina noyðast at lodda dýpið, tí mamman er so nervaveik. Eg komi inn uppá tøgnina, sum ráddi heima við hús, og ta altdominerandi mammuna.

 

- Tað handlaði allatíðina um, at rokna út, hvat var rætt at siga, og aldrin raka rætt, tí óansæð hvat man sigur, so er tað skeivt, og ikki nóg gott. Hetta er galdandi bæði fyri pápan og barnið. Tað skal onki til, so hava tey gjørt tað skeivt. Tað endar av hundanum til, tí tey siga tey skeivu tingini. So tað handlar eisini um tøgnina, sigur hon, og suffar hjartaliga, og heldur so fram.

 

 - Man kann aldrin rokna út, hvar man skal hyggja, hvar man ikki skal hyggja, um man skal koma við einum ljóði ella ikki. Altíð at vita, at um hin vaksni sigur okkurt skeivt, so endar galið.  Við hvørt endar alt galið, tí gentan hevur hugt for nógv uppá pápan, og merkiliga uppá mammuna. Tú mást alla tíðina royna at lodda stemningin, og tað ger at tú fært yvirdimensioneraðar radarar. Hetta, at man aldrin í lívinum kann vera sikkur uppá, hvat fer at henda.

 

Mamma Katrina var sálarliga sjúk, og dóttirin metir, at mamman fekk ikki ta hjálp, sum hon hevði brúk fyri. Mamma hennara var ein vøkur og stolt kvinna, fanga í 50ara idealinum av tí perfektu húsmóðurini, við teimum yvirhonds stóru krøvunum. Hon hevur nokk ikki havt hatta í sær, heldur Katrin, og tí kendi hon tað, sum at hon onki dugdi.

 

- Um henda familjan hevði livað í dag, so hevði eg nokk verið fjernað. Eg eri uppvaksin við at læknar komu mitt um náttina at geva henni sproytur fyri migrenu, tí tað hevði hon eisini. Hon kendi nógvar læknar, men har var ongin verulig hjálp hjá henna at fáa. Men kanska var hon eisini torfør at hjálpa, eg veit ikki.

 

Hvussu hevur hetta merkt teg seinni í lívinum?, spyrji eg, og hon er skjót at svara.

 

- Tað er hetta, at man allatíðina er “on”. Eg merki beinanveg stemningin, tá eg  komi inn í eitt rúm, at har kanska er onkur, sum ikki hevur tað gott. Ella øvugt, at onkur er, sum ikki dámar, at eg eisini eri har. Av tí sama eri og oftani ræðuliga móð, tá eg eri saman við nógvum fólkum, tí man kann ikki bara vera. Summar tíðir klári eg betur at líva við tí, aðrar tíðir verri. Og so hesin yvirvaksni sjálvkritikkurin, og altíð at vera órólig, tað hevur eisini gingið hart útyvir sjálvsvirðið. Men eg sleppi aldrin av við hetta.

 

- Men tað, at eg kann brúka tað til yrkingarnar og filmin, ger at man ikki blívur heilt til frens, ha? Sigur hon og hyggur uppá meg við einum stórum smíli.

 

Tað at umseta ein so persónligan tekst um tøgnina til filmsmál er ein djørv uppgáva at taka á seg. Tað krevur eisini treiskleika at halda á, og venda  egnum veikleikum til styrki. Sjálv sigur Katrin, at hon hevur blakað seg útí hetta, og at hon vónar at tað eydnast. Men tað er altíð tað, sum er vandin, sigur hon at enda og flennir hjartaliga.

 

(Greinin stóð í Mentan í Sosialinum 11. apríl)


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her