Leita á in.fo

Vilmund Jacobsen 15.06.2015 (06:34)

Sandoyarstevna verður í Skálavík

Sandoyarstevna verður í Skálavík næsta vikuskiftið, og nógv ymiskt er á skránni, bæði fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin.

 

Tivoli letur upp í Skálavík klokkan 20 fríggjakvøldið, og tá letur eisini “køkurin” í sølutjaldinum upp, har ymiskt lætt kann keypast til matna.

 

Handilin hjá Brynju fer at hava opið, og tað fer Hotel Skálavík eisini. Í skránni fyri Sandoyarstevnu sæst, nær opið verður um stevnuna.

 

Dansur verður í Skálavík bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið, og tað verða kend og forvitnislig nøvn, sum fara at spæla og syngja.

 

Sandoyarstevnan verður sett leygardagin klokkan 15, og leygarkvøldið verður eisini midnáttarrøða og mangt annað á skránni, sum vit seinni fara at venda aftur til á in.fo.


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her