Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 23.09.2014 (19:11)

Sea Shepherd arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum

 

Skulu vit krevja, at fólk, sum koma higar at mótmæla grindadrápi, skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Tað er ein spurningur, sum fer at verða umrøddur í vetur, nu fólkini frá Sea Shepherd eru farin avstað aftur, eftir at hava verið her í alt summar.

 

Í kjakinum í sjónvarpinum hjá Kvf í kvøld, varð tosað um virksemið hjá Sea Shepherd í Føroyum í summar.

Í landsstýrinum er tað Jacob Vestergaard, sum umsitur veiðina eftir hvali og hann duldi ikki fyri, at hann er forargaður inn á Sea Shepherd, eftir at tey hava verið í Føroyuum í alt summar.

Men hann segði eisini, at spurningurin er, hvussu virksemi teirra her, kann avmarkast.

 

Hinvegin er landsstýrismaðurin eisini  sannførdur um, at tað verður ein løgfrøðilig avbjóðing, tí yvirskipað hava fólk fullan rætt at koma higar at mótmæla.

Men hann heldur kortini, at tað er øðrvísi við fólki sum beinleiðis boðað frá, at tey ætla at leggja seg út í lógligt virksemi í Føroyum.

 

Og í hesum sambandi nevndi hann í kjakinum í KvF, at kanska eiga vit at krevja, at tey skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum.

Hann heldur nevniliga, at virksemið hjá teimum her ber brá av at vera eitt arbeiði.

- Eftir mínum tykki eru tey ikki ferðafólk, men tey arbeiða fyri ein felagsskap.

Tey eru í skipaðum vaktum og standa á ávísum støðum og tí er tað ein spurningur um tað ikki kann tulkast sum um at tey eru í starvi hjá Sea Shepherd helt hann.

- Tí er tað ein spurningur um tey kunnu vera her, uttan at hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi, segði landsstýrismaðurin við KvF í kvøld.

 

Kann tað tulkast so at tey eru í starvi hjá Sea Shepherd, er tað eisini ein spurningur um tað ikki ber til at krevja, at tey skulu hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum, legði hann afturat


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her