Leita á in.fo

Áki Bertholdsen 29.09.2014 (06:00)

Sea Shepherd av landinum hóskvøldið

- Mótmælisferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum hevur verið væleydnað.

 

Tað staðfeestir Lamya Essemlali, átaksleiðari hjá bátsmanningunum hjá Sea Shepherd, sum hava verið í Føroyum í alt summar og mótmælt grindadrápi.

 

Mótmælisferðin hjá Sea Shepherd í Føroyum endar hósdagin, tá ið tey fara av landinum aftur.

 

Tá hava tey verið ein sjónligur partur av føroyska samfelagnum í samfullar fýra mánaðir.

 

Les eisini: Sea Shepherd: Vit koma aftur til Føroya næsta ár

 

Tilsamans hava yvir 500 mótmælisfólk verið í Føroyum, og tað mesta, sum hevur verið ísenn, eru 70 fólk.

 

Og Lamya Essemlali heldur, at tað hevur ikki verið til fánýtis.

 

- Tað er bara ein lítil grind deyð í Føroyum, og sæð við okkara brillum er sostatt talan um eitt væleydnað átak. 

 

Men hon heldur eisini, at tað hevur eydnast Sea Shepherd at fáa betri samband við føroyingar, hóast tað avgjørt ikki altíð hevur verið lætt.

 

- Limir í Sea Shepherd hava havt fordómar ímóti føroyingum, og føroyingar hava havt sínar fordómar ímóti okkum.

 

Hon heldur, at báðir partar eru komnir nógvum av hesum fordómum til lívs.

 

- Eg haldi, at báðir partar skilja hvønn annan betur nú. Summi í Sea Shepherd hava havt eina einfalda mynd av føroyingum og hava bara sæð tykkum sum grindamenn og einki annað. Eg haldi, at føroyingar eru nógv meiri enn tað, og at spurningurin er nógv meiri fjøltáttaður, enn hann tykjast at vera uttanífrá.

 

Lamya Essemlali heldur, at samskiftið ímillum føroyingar og Sea Shepherd er batnað, men hon heldur eisini, at í summum førum bar ikki til at tosa, tí partarnir vildu ikki so frægt sum lurta eftir, hvørjum øðrum.

 

 


Veitst tú eina góða søgu? Skriva til okkara á red(at)in.fo
Les ella lýs í Lýsingartorginum – trýst her