Fimm mál á skránni í dag

Á tingfundinum í dag klokkan 10 er norðhavssild og makrelur, virknis og umlættingardepil, tunlar og eykafíggjarlóg á skránni

 


Fimm mál eru á skránni til løgtingsfundin, sum byrjar klokkan 10 í dag.

 

Fyrsta málið er 1. viðgerð av uppskoti hjá Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í fiskivinnumálum til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskap eftir norðhavssild og makreli í 2014. Málið verður beint í Vinnunevndina.

 

Síðani er tað uppskot hjá Anniku Olsen, landsstýriskvinnu í almannamálum, um løgtingslóg um at byggja virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum tørvi. Tað málið verður beint í Fíggjarnevndina.

 

Eftir tað eru tunlar á skránni, tá uppskotið frá Henriki Old úr Javnaðarflokkinum og Páll á Reynatúgvu úr Tjóðveldi, »Uppskot til samtyktar um at gera tunlar til bygdirnar Dal, Fámjin, Gjógv og Tjørnuvík«. Hetta málið verður beint í Rættarnevndina.

 

Síðstu málinum eru eykajáttanarløgtingslóg fyri september 2013 og uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar »Anordning om ikrafttræden for Færøerne av lov om autorisation af sundhedspersoner og om sundhedsfaglig virksomhed«.